Børn og foreldur á Tvøroyri nógv betri umstøður


Nú skulu børn á Tvøroyri og foreldur teirra hava munandi betri umstøður.
Tað hevur Tvøroyrar Býráð samtykt.
Býráðið á Tvøroyri er í løtuni í ferð við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár og í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at fara undir rættiliga stórar útbyggingar á ansingarøkinum.
Sostatt hevur Býráðið samtykt at brúka eina millión til at byggja barnaansingina út fyri. 
Peningurin skal brúkast til at byggja barnagarðin út fyri.
Tvøroyrar Kommuna hevur leingi verið rættiliga væl fyri á barnaansingarøkinum og hevur raðfest økið so mikið ovarliga, at í nógv ár hevur ongin bíðilisti verið til at sleppa í ansing.
Og hetta økið skal raðfest enn hægri tey næstu árini.
- Samstundis hava vit staðfest, at nú er ein ávísur bíðilisti til frítíðarskúlan, men tað kemst av, at alsamt eldri børn sleppa í frítíðarskúla eftir vanliga skúlatíð, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Harafturat er stórur bíðilisti eftir at sleppa úr dagrøktini á Tvøroyri í barnagarðin.
Tí fer býráðið næsta ár at byggja barnagarðin út, so at pláss verður fyri 20 børnum afturat teimum næstan 50, sum pláss eru fyri nú, fulla tíð.
Í Dagrøktini eru 46 fulltíðarpláss, umframt 18 pláss í Hvalba, sum samsarvar við Tvøroyri um dagrøktina.
Tá ið barnagarðurin verður bygdur út, skal felagsrúm gerast í barnagarðinum til dagrøktina, so at alt smábarnaøkið verður savnað í einum staði. Dagrøktarmammurnar hittast við børnunum fast ein dag um vikuna og tað skal felagshølið brúkast til.
Higartil hava dagrøktarmammurnar hitst í einum hølum í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági. Men dagrøktin skal hava nýggj felagshøli í barnagarðinum, er ætlanin at frítíðarskúlin skal fáa hølini í kjallaranum í skúlanum í Trongisvági afturat.
Sostatt fær eisini frítíðarskúlin betri umstøður so at børn úr triðja flokki og kanska enn eldri, eisini kunnu sleppa í frítíðarskúla. Í løtuni er pláss fyri gott 20 børnum í frítíðarskúlanum, men tá ið hann er bygdur út, verður pláss fyri 50 børnum í frítíðarskúlanum. 
Tá ið børnini vilja sleppa úr dagrøkt yvir í barnagarðin, eru útlit til, at dagrøktin verður niðurlagað.
- Hinvegin kunnu dagrøktarmammur vænta at fáa størv í barnagarðinum tá ið hann verður útbygdur, sigur borgarstjórin.
Tilsamans fer Tvøroyrar Kommuna sostatt at brúka 8,7 milliónir til barnaansing næsta ár