Bæði Runarvíkar kommuna og Nes Kommuna, hava nú sett eitt slóðbrótandi tiltak í verk fyri at at fáa fleiri børn og ung at verða virknari í frítíðini.
Í hesum sambandi fáa øll børn og ung í Runavík og á Nesi, ímillum 6 og 18 ár, eitt frítíðarkort. Kommunurnar seta so 2.000 krónur á kortið um árið, sum børnini og tey ungu so kunnu brúka til at rinda fyri limagjald og aðrar útreiðslur til alskyns frítíðarítriv.
Men í roynd og veru eru hesar 2.000 krónur skattskyldugar, og sostatt skulu tey rinda skatt av hesi upphæddini.
Men nú vil Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hava at vita um hetta er nakað, samgongan ætlar at gera nakað við.
Annars verður hetta ikki ein trupulleiki hjá teimum flestu, tí eingin rindar kommunuskatt av teimum fyrstu 30.000 krónunum tey tjena og eingin rindar lansskatt av teimum fyrstu 65.000 krónunum, tey tjena.
Men eftir lógini er tað altso skattskyldug inntøka og nú skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, so greiða frá, um hetta er nakað, hann ætlar at broyta.
Í hesum sambandi vil Djóni Nolsøe Joensen hava at vita um nøkur ætlan er um at lata hesi frítíðarkortini verða skattafrí.
– Spurningurin er um tað ikki er rættast at broyta skattalógina, so at virðiskort fyri ítróttar-, mentanar- og frítíðarvirksemi verða skattafrí, heldur hann.