Síðan 2004 hevur Sláið Ring skipað fyri barnadansistevnum, ið – sum navnið sigur - er ætlað børnum í skúlaaldri.
Stevnan var í Tórshavn tvey tey fyrstu árini. Í 2006 var hon vestri í Vágunum, og í ár er tað Klaksvíkar Dansifelag, sum skipar fyri.
Klaksvíkar Dansifelag er væl fyri á tann hátt, at tey eiga eini hús, sum eru stak væl egnað til stevnuna. Har aftrat hava tey fingið Tekniska Skúla sum matarhøll. Eisini fara luttakararnir ein túr í Christianskirkjuna.
Stevnan byrjar í morgin klokkan 11 og varir til klokkan 15.30.
Børn úr øllum landinum
Fyrireikararnir vænta børn úr øllum landinum. Tað eru fleiri dansifeløg, sum arbeiða við barnadansi.
- Tá ein hugsar um, hvussu nógv ungdómurin skal til í dag, kunnu vit ikki vera annað enn nøgd við luttøkuna, siga tey, sum fáast við barnadans kring landið.
Ungdómurin er sera nógv upptikin, og tí verður tað ofta í samband við eitthvørt tiltak, at barnadansurin blómar.
Barnadansistevnan er júst eitt tílíkt tiltak. Hon hevur til endamáls, at fáa børn og ung at varveita og menna áhugan fyri føroyska dansinum.
Undanfarnu ár hevur stevnan eydnast stak væl. Fyrireikararnir vænta eins nógv børn til stevnuna í ár, sum hini árini.