Framsýning
Leygardagin verður skipað fyri óvanligum tiltaki í listaskálanum Oynni á Tvøroyri.
Tað eru børn í barnagarðinum, Mýrifípuni, á Tvøroyri, sum fara at sýna fram. Talan er um børn í aldrinum 3-6 ár, sum fara at sýna fram ymiskt, tey hava gjørt.
Tiltakið verður leygardagin frá klokkan 15-18.
Palle Julsgart, sum hevur Oynna, sigur, at børnini fara at hava foreldrini við.
Endamálið við hesum er bæði at fáa børnini við á eina framsýning. Men endamálið er eisini at venja børnini, og foreldur teirra, at ganga á listaframsýningar.
Summi halda kanska at listaframsýningar eru bara fyri tey fínu, men hetta er ein mýta, sum Palle Julsgart vil hava avlívaða, tí listaframsýningar eru fyri øll og øll kunnu hava gleði at fara á eina listaframsýning.
Í morgin fer hann at bjóða børnunum okkurt og tey vaksnu fáa høvi at keypa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið.
Umframt børnini fara eisini Palle Julsgart sjálvur og Poul Skarðenni at sýna fram.