Børn venja frælsan ítrótt

Summarfrælsar fyri børn 7-10 ár hjá Hvirluni byrjaðu við venjing í Kommunuskúlagarðinum mikudagin í farnu viku, og sigast má, at dygga undirtøkan er stak hugalig fyri nýtstovnaða felagið. Enn er bara eitt barnalið, Hvirluvindar, í gongd, og var tað fullteknað fyri 14 døgum síðan. Felagið arbeiðir við onkrum frælsatilboði til ung, men enn er ikki komið á mál við øllum fyrireikingum í tí sambandi. Annars tykist áhugin fyri frælsum ítróttum vera vaksandi, tí fólk venda sær í heilum við fyrispurningum, og hongur alt ivaleyst saman við, at nýggju leikvøllirnir verða lidnir í summar.

 

Tað var sjálvandi óheppið at fara í gongd við summarfrælsar og ikki hava eitt ordiligt frælsastað at vera, men í Hvirluni síggja vit tað bert sum eina avbjóðing afturat, so í staðin hava vit hetta til 1. juli lagt eina skrá, har vit íðka á ymsum støðum og laga greinavali hareftir, t.d. verða vit komandi mikudag á kastivøllinum vestan fyri Eysturskúlan og fáast við ymisk køst, mikudagin eftir eru vit í Sandágerði og hava lop á skránni. Vit fara eisini at vera á Frælsinum og í Kommunuskúlagarðinum, meðan vit gleða okkum til røttu leikvøllirnir verða lidnir, soleiðis at vit í august eftir summarsteðgin fáa notið gott av røttum fasilitetum, áðrenn summarfrælsar steðga, og vetrarfrælsar taka við 1. oktobur, sigur Hvirluvindar í tíðindaskrivi.