Børn á Viðareiði í sving

Foreldrini at børnum, sum ganga í spælistovuni á Viðareiði hildu, at økið uttan fyri var nakað keðiligt. Tí fóru tey, saman við børnunum, ein góðan leygadag herfyri at hugna um spæliplássið

Foreldrini at børnunum, sum ganga í dagrøkt á Viðareiði, gjørdu í vár av, at spæliøkið uttan fyri spælistovuna skal gerast eitt sindur meira spennandi fyri børnini.
Og ein góðan leygardag í septembur savnaðust børn og vaksin at hugna um spæliøkið.
Sum sæst á myndunum, vóru børnini sera hugalig við málikustinum.
Á viðareiði eru um 35 børn í dagrøkt, og 3 dagar um vikuna sleppa tey at vera í spælistovuni. Í løtuni starvast 6 dagrøktarmammur á Viðareiði, og teimum dáma sera væl at vera í spælistovuni við børnunum.
Tann 1. oktobur fór Elin Nora Reines, sum hevur starvast sum leiðari á dagrøktini á Viðareiði, í starv á varda verkstaðnum á Brekku í Klaksvík. Í hennara stað er Marjun Samson sett í leiðarastarvið.
Marjun Samson er búsitandi í Klaksvík, har hon hevur starvast í Drotning Ingridar barnagarði. Hon er 48 ára gomul og er útbúgving pedagokur.