Við fyrilestri og evnisdegi varpar Fuglafjørður mánadagin og týsdagin ljós á broytta familjumynstrið. Fyrireikararnir siga, at endamálið við tiltakinum er at fáa í lag orðaskifti um, hvussu nýggja tíðin ávirkar gerandisdagin hjá barnafamiljum og samstarvið millum foreldur og stovnar.
Nýggju tíðirnar ávirka gerandisdagin hjá fólki, og krøvini og fortreytirnar hjá familjunum at virka undir. Hetta, hóast vit javnan hoyra, at vit í ein ávísan mun hava eitt meira traditionelt familjumynstur.
Julianna Næs, leiðari á dagstovninum í Fuglafirði, sigur:
- Ein alsamt størri partur av uppalingini fer í dag fram á stovni og í skúla, og hetta setir heilt onnur krøv til starvsfólkið. Og Irena Olsen, leiðari á Sosialu deild hjá Fuglafjarðar kommunu sigur:
- Tørvur er fyrst og fremst á størri forstáilsi millum stovnar, skúla og foreldur. Tó er eisini tørvur á størri forstáilsi millum ymisku fakbólkarnar.
Danski lærarin og sálarfrøðingurin Jens Andersen luttekur báðar dagarnar. Hann starvast á Pædagogisk Psykologisk Rådgivning og undirvísir á diplom- og kandidatstøði.
Evnisdagurin í Mentanarhúsinum 7. apríl er fyri foreldur, starvsfólk og býráðspolitikarar í Fuglafirði, meðan fyrilesturin í Ítróttar- og Samkomuhøllini á Kamsbdali 8. apríl kl. 19 er fyri foreldur í Fuglafirði.