Børnini hugna sær á Atlantshavi

Tá Norrøna í gjárkvøldið stevndi út av Havnarvág, var hon fullsett við oman fyri túsund ferðafólkum - harav nógvum børnum, sum saman við familju síni fara at halda páskirnar uttanlands. Sum nakað nýtt hevur Smyril Line skipað fyri fleiri barnatiltøkum umborð á Norrønu. Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line sigur, at hetta er ein roynd tey gera á páskum. Tey hava sett fólk burturav at taka sær av barnatiltøkum umborð, og so ber eisini til at keypa børnunum eitt »all inclusive« armband at keypa fyri í øllum matstovunum umborð. Eydnast tiltakið væl, so verður hetta við barnatiltøkunum fastur táttur í summar eisini.

Í morgun varð soleiðis skipað fyri barnatiltaki longu eftir morgunmatin klokkan 9. Børnini vóru skattajakt, og skipað varð fyri andlitsmáling.

Norrøna verður í Hirtshals í morginári klokkan 9.