Skúli: Innskrivinginin av børnum til fyrsta flokk hevur verið longu á fleiri skúlum, og aðrir hava innskriving hesa vikuna.
Mánadagin og í dag var innskriving til allar skúlarnar í Tórshavnar kommunu, og beinanvegin var fult av fólki á hurðinum á býráðssalinum á Vaglinum.
Børnini komu saman við øðrum foreldrunum ella báðum, og í onkrum føri var omman við.
Hetta var ein stór løta fyri børnini, sum vóru høvuðspersónarnir, og fleiri errin foreldur avmyndaðu løtuna.
Við borð sótu skrivstovukvinnur við spurnarbløðum, og børnini vóru spurd um navn, føðingardag, navn á foreldrum, bústað og telefonnummar. Stóð á hjá onkrum at vita, hjálptu foreldrini.
Hvørt barn fekk bókina Myndir í myndum, og gummibomm stóðu á borðunum til børnini, sum nú skjótt skulu trína inn um skúlans gott og helst kenna seg vælkomin.
305 børn í Tórshavnar kommunu hava aldur til at fara í skúla í ár.