Børnini koma áðrenn hjúnalagið

Fleiri giftast tá elsta barnið fer í skúla

Heri Joensen, prestur í Havn, greiddi í morgun frá í sendingini Góðan Morgun Føroyar, at fleiri føroysk pør velja, at giftast tá tey hava átt tey børnini, sum tey ætla sær og tá tað elsta barnið er farið í skúla.

- Eg veit ikki hví, men man er hálvetableraður, tá fyrsta barnið fer í skúla, og følir kanska, at man ikki er heilt ungur longur, sigur hann.

Hann visti á, at hesin tendensurin eisini var at síggja í Íslandi fyri 40 árum síðani, tá hann var lesandi har. Hetta er umvend rekkjufylgja enn tann, ið okkara gomlu lívsvirðir bjóðaðu uppá, sigur hann.

Brúdleypið er ein stór løta, og tað tekur fleiri ár hjá summum endiliga at geva ja sítt hvør til annan. Prestur roknar við, at hendan gongdin verður tann sama í framtíðini

- Eg rokni við, at gongdin verður tann sama: Fyrst koma børnini, síðani skal tað umhugsast í nøkur ár, og tá elsta barnið er vorðið sjey ára gamalt verður parið gift, sigur hann.