Børnini sýna fram á Torginum

FRAMSÝNING

Hesa vikuna verða listaverk hjá børnum í verkætlanini »Havnin ? ein býur, har børnini trívast« sýnd fram á Torginum í SMS



Í sambandi við stóru verkætlanina »Havnin ? ein býur, har børnini trívast«, sum er farin fram síðani 26. apríl, er stór listaframsýning á Torginum í SMS hesa vikuna.
Arbeiðsheitið fyri verkætlanini og tí eisini listaframsýningini er »hagin og várið«. Málsetningurin við verkætlanini er, at øll 6-7 ára gomul børn í býnum skulu fáa eina stóra felags uppliving við støði í okkara dýrabæru náttúru umframt at sleppa at royna síni skapandi evni á verkstøðum í Havn. Endamálið er at stimbra skapanargleðina hjá børnum, at byggja brýr millum ymsar fatanir og at fáa positivar ringar at breiða seg, at geva børnunum eina kenslu av, at tey eru ein virðismikil partur av fólkinum og ein sjónligur partur av býnum. Við framsýniningin í SMS kann bert staðfestast, at hetta er hepnast væl, tí framsýningin hjá ungu listafólkunum er áhugaverd.
Á framsýningini verða sýndar fram ymiskar listagreinar, nevnliga grafikkur, máling og tekning og leirlist. Oggi Lamhauge hevur undirvíst børnunum í grafikki. Børnini hava arbeitt við tveimum greinum, nevnliga radering og kallasjuprint. Á framsýningini er ein mynd frá hvørjum av teimum 80 børnunum, sum higatil hava verið á grafiska verkstaðnum.
Eli Smith hevur undirvíst børnunum í máling og tekning. Her hava børninin gjørt litblýants- og blýantstekningar og onkrir akryl málningar eru ímillum verkini.
Guðrið Poulsen hevur undirvíst børnunum í skultpturi og flatmyndum úr leiri, og hevur hugflogið eisini her verið sera gott hjá børnunum.
Oggi Lamhauge, sum hevur undirvíst børnunum í myndlist, sigur, at børnini við forvitnisligu framsýningini í SMS, geva sínum innaru »inntrykkum« eitt »útrykk«.
? Framsýningin er øðrvísi og útrykksfull, har børnini vísa sínar innaru tankar, sigur hann.
Oggi vísir somuleiðis á, at framsýningin er stór og umboðar ein heilan árgang av børnum í Tórshavnar Kommunu, og at man eigur at vitja hesa serligu framsýning, sum er á Torginum í SMS til og við fríggjadagin 28. mei. Tær myndir sum ikki eru liðnar enn, verða sýndar fram í Mentamálaráðnum, sum heldur til við Hoyvíksvegin, frá hósdegnum 3. juni.
Tey, sum hava stuðlað tiltakinum eru: Mentamálaráðið, Mentanardeildin hjá Tórshavnar kommunu, Kvøldskúlaskipanin, Føroya Sparikassi, Føroya Pedagogfelag, Starvsmannafelagið, Kunningarstovan í Havn og SMS.