Høvdu børnini í USA valt landsins forseta, hevði Barack Obama hildið fram í Hvítu Húsunum.
Nickelodeon-sjónvarpið, sum serliga sendir tilfar til og um børn, hevur spurt sínar hyggjarar, hvønn tey vilja hava til forseta. 520.000 børn svaraðu, og av teimum søgdu 69 prosent, at tey vilja hava Obama at halda fram.
Sjónvarpið sigur, at burtursæð frá valinum í 2004 hava tey vaksnu altíð valt tann sama, sum børnini valdu. Í 2004 fekk John Kerry fleiri atkvøður frá børnunum enn George W. Bush, men sum kunnugt vann Bush.