Búskaparfiskifrøði kringvarpsins

Danial Viðoy
-----

Síðani uppskotið um rullandi fiskiloyvi sá dagsins ljós, hevur javnan verið at hoyrt um hetta í Kringvarpinum. Umframt at politikarar hava gjørt viðmerkingar til uppskotið, hava einamest búskaparfrøðingar gjørt viðmerkingar, ella rættari sagt høgt uppskotið sundur. Fólk úr praktisku fiskivinnuni er so at siga ikki komin til orðanna í Kringvarpinum. Er hetta rætt, er hetta objektivt?
Vit vita, at Kringvarpið er ein almennur stovnur og burdi helst rúmað so nógvum meiningum sum yvirhøvur til ber. Men í sambandi við uppskotið um rullandi fiskiloyvi, sum er frá Fólkaflokkinum, hava vit bert hoyrt viðmerkingar frá búskaparfrøðingunum. Minnist meg rætt var onkur av hesum búskaparfrøðingunum, sum er komin til orðanna, uppstillaður til seinasta løgtingsval.

Tað er munur á teori og praksis
Vit mangla nakrar viðmerkingar frá teimum, sum virka í okkara fiskivinnu og sum veruliga stríða fyri at fáa vinnuligu endarnar at røkka saman. – Sjónarmiðini og viðmerkingarnar, sum vit higartil hava hoyrt frá búskaparfrøðingunum í serliga útvarpinum, eru allar úr somu bók, úr somu pulju. Allir hesir hava lært til júst tað sama og eiga bert eina teoretiska ella ástøðiliga vitan um fiskivinnuna. Vit mangla praktiskar viðmerkingar, sum ikki eru úr einari bók, í samband við hetta uppskotið um rullandi fiskiloyvir.

Vigar fiskimaðurin einki?
Fyri mær tykist, serliga viðvíkjandi hesum málinum, at viðmerkingar frá meiniga manninum ikki viga eins nógv sum hjá búskaparfrøðingunum. Hetta hevur kringvarpið seinastu tíðina óbeinleiðis víst. Um hetta er av tilvild ella ikki, er ikki mær at siga. Men eg vil ið hvussu er áminna kringvarpið, at fiskivinnan ikki bert virkar á pappíri. Fiskivinnan virkar í nógv størri mun úti millum teirra, sum vanliga liva av hesi vinnu. Og tað er júst hesi, sum uppskotið við rullandi fiskiloyvum og uppskotini um sølu av fiskiloyvum, snúgva seg um. Men hava vit hoyrt nógv til tey, hesa tíðina prátið um grundleggjandi broytingar í fiskivinnuni hevur verið frammi? Alt ov lítið, um vit yvirhøvur hava hoyrt nakað til tey. Eg havi so onki hoyrt frá hesum bólki í landsins útvarpi.

Objektivt ella ei?
Kringvarpið er sum sagt ein almennur stovnur, sum virkar við almennum pengum. Eitt er at búskaparfrøðingurin ger viðmerkingar til ymisk mál – í hesum førum uppskotið um rullandi fiskiloyvi – og eitt annað er ein framhaldssøga við viðmerkingum frá búskaparfrøðingunum, uttan at nakar úr vinnuni, sum talan er um, sleppur fram at mikrofonini.
Vit fingu eina ferð ein spurning í søgutímanum á studentaskúlanum. Er hendan søgubókin orduliga objektiv? – vit vóru næstan øll á einum málið um, at tað mátti hon vera. Men síðani ger ein skilagóður næmingur í flokkinum vart við seg. Ja? sigur lærarin. Rithøvundurin kann, sjálvt um skrivingarlagið er objektivt, velja sær ymisk søgulig mál og ymisk sjónarmið úr heimssøguni; á tann hátt kann hon vera eitt sindur misvísandi.
Men eg skal ikki skíra leiðsluna hjá kringvarpinum at hava valt sær ein bólk í samfelagnum at gera viðmerkingar til hetta fiskivinnu-uppskotið hjá Fólkaflokkinum. Men eg vil ið hvussu er minna á, at fiskimaðurin hevur minst líka góðar eginleikar at gera viðmerkingar sum ein búskaparfrøðingur, hóast viðmerkingarnar verða ymiskar.