Búskaparkreppa í Argentina

Argentinska stjórnin leitar eftir pengum til at gjalda tær nógvu rokningarnar, sum liggja og bíða

 

Stjórnin í Buenos Aires hevði vónað, at altjóða gjaldoyragrunnurin IMF fór at játta landinum eitt lán afturat, men seint í gjárkvøldið svaraði grunnurin, at hann er ikki sinnaður at læna Argentina meiri pengar.

Hesaferð hevði argentinska stjórnin søkt um góðar tíggju milliardir krónur. Avgerðin hjá grunninum ber í sær, at tann sera vánaligi búskapurin nú verður uppaftur verri fyri.

Argentinski tjóðbankin hevur boðað frá, at tað kann gerast neyðugt at loysa virðið á landsins gjaldoyra, pesos, frá amerikanska dollaranum. Virðið á argentinskum partabrøvum fall, tá tað frættist um avgerðina hjá IMF, og altjóða búskaparfrøðingar siga, at nú er vandi fyri skrædli í triðistørsta latínamerikanska búskapinum.

Argentinska uttanlandsskuldin er í dag umleið 1100 milliardir krónur. Tað merkir, at hvørt mansbarn í landinum skyldar umheiminum meira enn 30.000 krónur. Seinastu dagarnar hava nógvir argentinar valt at tøma sínar bankabøkur, tí fólk bera ótta fyri, at bankarnir fara á húsagang. Mánadagin noyddist stjórnin at seta mark fyri, hvussu nógvar pengar fólk kunnu taka út. Tá høvdu fólk tikið næstan tíggju milliardir krónur út eftir einum samdøgri.