Búskaparlig framgongd við Sambandsflokkinum

Annfinn Brekkstein

Nú valskeiðið er hálvrunnið, er tíðin komin til sjálvrannsakan. Er sambandspolitikkur nóg sjónskur á politiska vígvøllinum ella eru vit ífylla í einum spæli, har reglurnar vera skrivaðar av øðrum?

Tað eru mong, sum halda at sambandspolitikarar føra seg ov lítið fram. Er hetta ein veikleiki? Hvør minnist ikki samgonguna sum sat undan hesari. Verjutalur næstan hvønn dag, skandalur, politiskt brigsl og klandur millum samgonguflokkar.

Hóast undanfarna samgonga hevði allar fyrimunir av góðum fiskiskapi, høgum fiskaprísum og lágum rentum, so druknaði hetta í dundurtalum um republikk, kvetti og annað.

Tað, at politikarar ikki hvønn dag eru í miðlunum, er ikki nakar veikleiki, men tekin um, at friður og harmoni valdar og at menn og kvinnur eru til arbeiðis. Tíð og orka verður ikki nýtt til politikk, sum er bygdur á dreymar og hvat kundi verið. Vit hava brúk fyri politikarum, sum taka støði í núinum.

Eg haldi, at okkara politikarar megna hetta. Einki roks og fjas, men hart arbeiði! Vit hava ungar landsstýrismenn, sum eftir stuttari tíð hava arbeitt seg frá at vera óroyndir politikarar til at vera dugnaligir politiskir menn, sum kunna vísa á, at gongd aftur er komin á búskapin eftir stuttari tíð við teimum í landsins leiðslu.

Vit hava kanska ov leingi latið fjølmiðlarnar seta dagsskránna. Fjølmiðlarnir, serliga sjónvarp og útvarp, seta við jøvnum millumbili fokus á fullveldishugsjónina, fyri líkasum at skumpa undir Tjóðveldisflokkin. Tjóðveldisflokkurin líður framvegis undir, at ongan veg komst í stríðnum fyri fullveldi.

Fullveldissamgongan við Tjóveldisflokkinum á odda hevði stýrt føroyska samfelagið í búskaparligt óføri. Teir sóu skriftina á vegginum og slitu samgonguna, bara fyri at smoyggja sær undan at taka við ábyrgd. Tjóveldisflokkurin velur heldur at sita í andstøðu, tí so sleppur hann at rópa upp um alt, sum flokkurin ikki megnar, og at geva hinum skyldina fyri tað, teir ikki náa, tí politiskt handalag vantar.

Sambandsflokkurin hevur gjørt tað fyrr og hann ger tað enn eina ferð, og hann fer at halda fram við at gera tað, nevniliga at arbeiða fyri búskaparligari framgongd fyri Føroya fólk.