Búskaparvøkstur er einasti heilivágur

Búskaparkreppan og stór mistøk frá fullveldisstýrinum kosta dýrt. Seinastu fýra árini er føroyska skuldin vaksin við 2,1 milliardum krónum. Vend má koma í, og við røttum politikki fer tað at eydnast

Tess størri almenna skuldin gerst, tess størri er vandin fyri, at Føroyar enda í rentufelluni.

Rentufellan hevur við sær, at ein støðugt størri partur av inntøkum landskassans mugu fara til rentur og avdrøg uppá lán, ið eru tikin.
Hesa støðu mugu vit ikki koma í sum samfelag. Tað fer at ganga út yvir vælferðina hjá hinum einstaka umframt karmarnar hjá vinnuni.

Tí má búskapurin framyvir stýrast við skili og fastari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum stóru avbjóðingarnar

Javnvág á fíggjarlógina
Tað er bráneyðugt at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina. Hetta er ein málsetningur, sum allir flokkar mugu binda seg til.

Í veruleikanum er ein varin og málrættaður fíggjar- og búskaparpolitikkur hitt mest týðandi vallyftið, ið eitt valevni kann geva.

Bygnaðarbroytingar nú!
Snakk skal skiftast út við handling.

Tann langa røðin av bygnaðarbroytingum, sum føroyingar fremvegis bíða eftir, men ið summi hava forðað fyri, skulu fremjast nú. Tað er ein partur av heiliváginum. Sum politikarar skulu vit trýsta á fyri at skapa vøkstur í verandi vinnum og eisini fyri veita góðar rammur fyri nýggjar og nýskapandi vinnur. Tað er við til at tryggja støðugan búskaparvøkstur.

Rávøran skal koma til hølvdar, so meirvirði verður skapt í Føroyum. Eitt arbeiðsloysi á 6-7 prosent er ov høgt. Um vit við fyrimuni kunnu framleiða vøruna her heima, sleppa fleiri tómar hendur til verka.

Loysa seg at arbeiða
Tað skal altíð loysa seg at arbeiða.

Í dag er ikki eggjandi hjá nøkrum at forvinna nakrar krónur eyka. Um tú tjenar meira enn 250.000 krónur árliga, fara útvið 60 krónur av hvørjum 100 krónum í skatti og avgjøldum.

Við ávísum sosialum skipanum er tað enntá so, at fólk fáa færri krónur at liva fyri, um tey forvinnur nakrar krónur eykað. Hetta má broytast beinanvegin.

Samanumtikið eru skilagóð og hondfast fíggjar- og búskaparstýring, bygnaðarbroytingar og betri virkisumstøður og arbeiðshugur einasti heilivágur, sum hjálpir.

Samband við búskapin
Samband við framtíðina