Búskapur

Nú hava vit í meira enn trý ár hoyrt frá Tjóðveldisflokkinum, hvussu væl teir hava stýrt búskaparliga við sínum fullveldis landsstýri.

 

Trygvi F. Guttesen


Nú hava vit í meira enn trý ár hoyrt frá Tjóðveldisflokkinum, hvussu væl teir hava stýrt búskaparliga við sínum fullveldis landsstýri. Hetta verður endurtikið upp í saman ? í Løgtinginum, í fjølmiðlunum og eisini í næstseinasta Fimmara.

Sera avdúkandi og ósmæðið at rópa seg eitt fullveldis landsstýri, tá snøgt sagt púrt einki er komið á mál av teirra ætlanum um fullveldi.

Nei, verandi samgonga og serliga Tjóðveldisflokkurin kann takka ríkiseindini fyri, at okkara samfelag so skjótt reisti seg úr øskuni. Og hertil kemur nógvur fiskur, góður prísur og lág renta.

Búskaparbroytingin rætta vegin byrjaði í 1994/95 og ikki tá verandi landsstýri tók við!

Men lat okkum nú kanna veruliga búskapin »í ríkiseindini« og »uttan fyri ríkiseindina«:


Í ríkiseindini:

Avlop í: 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002


mió. kr.: ÷391 8 67 177 470 603 603 613 159


Uttan fyri ríkiseindina ? í einum fullveldi:

Avlop í: 1994 1995 1996 1997 1998 1999 2000 2001 2002


mió. kr.: ÷1.208 ÷844 ÷800 ÷721 ÷450 ÷342 ÷370 ÷385 ÷483


Hesi tøl frá fíggjarmálastýrinum vísa at landskassans avlop tilsamans í 9 ár eru:

Í ríkiseindini: 2.309 milliard kr. Í AVLOPI!


Í einum fullveldi: 5.603 milliard kr. Í HALLI!


Ein munur uppá: 7.912 milliard kr. uppá 9 ár ella 879 milliard kr. um árið.

Um vit bert hyggja at einum fullveldis úrslitið í 4 ár ? frá 1999 til 2002, har okkara samfelag hevur havt stórt viðrák, ja, so hevur hallið tilsamans verið kr. 1.580.000.000,-.