Búskapur og vinna: Argentina devaluerar

Argentinska stjórnin hevur gjørt av at skriva virðið á landsins gjaldoyra, peso, næstan ein triðing

Við hesari avgerðini er argentinska gjaldoyrað ikki bundið at virðinum á amerikanska dollaranum longur. Undan niðurskrivingini var virðið á peso og dollaranum tað sama, men eftir niðurskrivingina svarar ein dollari til 1,40 peso.
Jorge Remes Lenicov, fíggjarmálaráðharri sigur, at altjóða gjaldoyragrunnurin IMF hevði mælt stjórnini til at lata peso?in hava flótandi virði, men at stjórnin hevur valt at bíða við tí í fýra mánaðir.
Stjórnin í Buenos Aires boðaði herfyri frá, at hon gavst við at rinda avdráttirnar av uttanlandsskuldini, sum er um 1100 mia. krónur, men fíggjarmálaráðharrin sigur, at stjórnin fer at tosa við IMF og aðrar altjóða fíggjarstovnar í næsta mánað við tí fyri eyga at endurfíggja skuldina.
Avgerðin at niðurskriva peso?in í mun til dollaran fær stóra ávirkan. Hetta kemst m. a. av, at umleið 80 prosent av øllum lánum í Argentina eru tikin í dollarum, meðan lønir verða útgoldnar í peso. Stjórnin hevur tí gjørt av, at einstaklingar og feløg, sum hava lænt upp til 100.000 dollarar, fáa skuldina umskrivaða til peso við tí gamla virðinum t.v.s. pari.