Hetta fer als ikki at loysa bústaðarneyðina. Tað sigur Kommunufelagið, nú samgongan er farin at gera nógv burtur úr við at føra seg fram við fleiri loysnum upp á bústaðarneyðina.
Í hesum sambandi hevur samgongan lagt ein bústaðarpakka fram, har nøkur av endamálunum eru at byggja 200 bústaðir afturat teimum, sum eru í hyggju, at byggja fleiri bústaðir til eldri, at gera tað skattafrítt at leiga út og annars við at gera ein lista yvir tey, sum hava bráðtørv á bústaði og at greina møguleikarnar fyri at fáa fígging til bústað á bygd.
Í viðmerkingum til ætlanina, sigur Kommunufelagið, at tey fegnast um, at samgongan tekur stig til at loysa bústaðarneyðina. Men tey halda samstundis, at samgongan hugsar ov smátt, tí tiltøkini í bústaðarpakkanum eru als ikki egnað at loysa trupulleikarnar við bústaðartroti í nóg stóran mun.
Les eisini: Skulu ikki longur sleppa at leiga út fyri okursprís
Hinvegin saknar Kommunufelagið, at samgongan eisini ger nakað við bygnaðarligu viðurskiftini á bústaðarmarkaðinum. Sostatt saknar felagið, at samgongan setur tiltøk í verk, sum ikki bara hava til endamáls at loysa ein bráfeingistørv, sum er íkomin, nú tíðirnar eru so góðar, og tað er nógv ferð á búskapinum.
Tað, Kommunufelagið saknar, er nevniliga, at samgongan eisini setur sær fyri at koma við loysnum, sum tryggja ein støðugan bústaðarmarkna í longdini. Eitt dømi, Kommunufelagið nevnir, er ein skipan, sum flestu Norðurlond hava, nevniliga ein skipan við einum fíggjarligum bústaðarískoyti til tey, ið eru ringast fyri.
Les eisini: Hetta kann gera tað upp aftur verri at fáa bústað til leigu
Kommunufelagið undrast á, at hetta als ikki er partur av kjakinum um bústaðarmarknaðin og bústaðarpakkanum. Kommunufelagið undrast eisini á, at fleiri viðurskifti, ið kundi lætt um, og stimbrað, áhugan at byggja bústaðir kring landið, als ikki eru umrøddir í pakkanum, eitt nú møguleikin at langtíðarleiga lendi at byggja á.