Ovastevna savnar nógv fólk í einum lutfalsliga lítlum umhvørvi, sum Nólsoy er.
- Her var rættiliga nógv fólk, gott veður og gott lag á fólki, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Løgreglan var væl mannað í Nólsoy í gjárkvøldið og í nátt.
- Vit høvdu eisini politibátin í Nólsoy í gjár, og hann er eisini á veg út aftur nú í morgun, sigur vaktleiðarin.
Lagt verður aftrat, at tá so nógv fólk savnast, og onkur hevur leskað sær, kann vera skjótt, at okkurt kegl stingur seg upp.
Okkurt smávegis var eisini í Nólsoy í nátt, men alt spældi væl av.
- Vit tosaðu við fólk, og alt tørnaði væl út. Vit mugu bara siga, at her gekk alt upp á stás, sigur løgreglan í morgun.
Tað eru altíð nógvir bátar á ovastevnu, og soleiðis hevur eisini verið hesaferð.
Nú bátarnir loysa, er umráðandi, at bátsførarar eru væl fyri og eru førir fyri at sigla bátarnar.
- Um ivi er, skal sjálvandi bíðast við at loysa, tí eingin siglandi skal taka sær nøkur óráð fyri, sigur vaktleiðarin í morgun.