Bjørg Joensen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
At kommunan manglar bústaðir, ber boð um at fólk vilja búgva her. At nøkta tørvin er ein møguleiki hjá kommununi at mennast, ikki ein trupulleiki. Umráðandi er, at bústaðir eru til øll lívsskeið og vit kundu nýtt møguleikan at lært av hvørjum øðrum, um fólk í øllum aldri búðu í sama umhvørvi .
At útvega sær bústað, skal verða eitt val, sum borgarar - alt eftir tørvi og førimuni - skulu hava í boði. Eg haldi, at kommunan skal arbeiða fyri at fáa landsins myndugleikar at skapa karmar um íløgufeløg, sum síðani kunnu standa fyri bygging av partsíbúðum ella leiguíbúðum. Á hendan hátt kemur privatur kapitalur í umferð og er við til at skapa loysnir á bústaðarøkinum, og skattapening-urin verður brúktur til tað, hann er tilætlaður - nevni-liga góðar tænastur til borgaran.
Tørvurin á bústaði broytist so hvørt, sum vit eldast. Ung, lesandi, fólk við breki, barnafamiljur, støk, eldri osfr. hava ymiskan tørv og ymiska fíggjarorku. Tað skal gerast eitt val at búgva passaligt - eftir tørvi og førimuni. Tað skal t.d. vera møguligt at keypa sær ein lut og selja aftur. Vit skulu skapa eitt náttúrligt mynstur, sum ger, at bústaðir eru til øll lívsskeið.
Vit skulu tillaga kommununa eftir okkum, ikki øvugt.