Trygd á sjónum
Nú skulu tiltøk setast í verk, sum fara at bøta munandi um trygdina á sjónum.
Tað ætlar í hvussu so er vinnunevndin hjá løgtinginum.
Tí hevur vinnunevndin nú mælt til, at tiltøk verða sett í verk, sum fara at bøta munandi um trygdina á sjónum. Ikki minst er talan um trygdina hjá teimum nógvu smábátunum, sum sigla inni undir landi.
Útróðrarmenn og onnur við, hava í nógv ár fýlst á, at tað er so nógva staðni í landinum, at VHF-sendarin ikki hoyrist.
Serliga er tað summastaðni tætt inni undir land, at tað eru nógv deyð pláss, at har onki samband er.
Eitt nú er onki samband í Vestmannasundi og inni undir landi norðanfyri og tað hevur mangan verið víst á at tað er til stóran ampa fyri trygdina á sjónum.
Hetta er ein trupulleiki, sum vit hava tosað um í nógv ár og tað hevur verið oftani frammi, at hetta er ein stórur trupulleiki, at tað er so nógva staðni, at VHF sendinetið ikki røkkur, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum.
Hann sigur, at eitt, sum menn hava víst á, er, at hetta hevur verið ein trupulleiki inni við land.
Tað er komið fyri at neyðstøður hava tikið seg upp inni undir landið, men at tað hevur verið torført at fáa samband við tilbúgvingina tí at VHF sendinetið ikki hoyrist.
Formaðurin í vinnunevndini sigur, at tað er alt gott at siga um tað, men fartelefonin eru umborð á bátum, men tað er heldur ikki allastaðni, at fartelefonin røkkur.
Og fyri alt tað er fartelefonin ikki neyðútgerð. Men tað er VHF sendinetið harafturímóti. Í sambandi við trygd er VHF høvuðsálitið og tí eiga vit at útbyggja tað sendinetið út, so at tað ongi deyð pláss verða í landinum, sigur Hendrik Old.
Ein samd vinnunevnd
Hann sigur, tí hevur ein samd vinnunevnd hjá Løgtinginum mælt til, at peningur verður játtaður næsta ár til at útbyggja VHF sendinetið, so at tað hoyrist allastaðni í landinum.
Nú fíggjarlógin fyri komandi ár er til viðgerðar, hevur ein samd vinnunevnd sostatt heitt á fíggjanevndina um at raðfesta játtanina til tilbúgvingina øðrvísi, so at útbyggingin av VHF sendinetinum verður tað, sum allarfyrst verðu gjørt næsta ár.
Hendrik Old sigur, at av tí, at talan er um eina samda vinnunevnd við umboðum fyri allar samgonguflokkarnar og fyri tjóðveldisflokkin, hevur hann rættiliga góðar vónir um, at tilmælið verður fylgt.
Serliga tá ið hugsað verður um, at uppskotið hjá landskassanum ikki fer at føra eyka útreiðslur við sær, heldur hann, at vónirnar eru góðar til, at fígjgarnevndin og Løgtingið fara at taka undir við tilmælinum hjá vinnunevndini.
Annars hevur landsstýrið skotið upp at seta 12,1 milliónir av til tilbúgvingina.
Men landsstýrið heldur, at tað, sum er mest átrokandi, er at talgilda sendinetið hjá Tórshavnar Radio fyri at liva upp til altjóða trygdarkrøv. Landsstýrið mælti tí til, at talgild sendistøð verður gjørd næsta ár og at VHF sendinetið bíðar til 2007. Samstundis heldur landsstýrið at tað hevur týdning at útbyggja navtex skipanina.
Men her metir vinnunevndin akkurát øðrvísi. Vinnunevndin mælir tí til, at VHF sendinetið og navtex skipanin eigur at verða raðfest fremst og eigur at verða gjørt næsta ár og at talgild sendistøð og AIS skipanin kann bíða til 2007. Navtex er ein skipan við veðurkortum.
Hendrik Old vísir á, at Tórshavnar Radio virkar, hóast tað ikki er talgilt og at tað tískil hevur størri týdning at byggja út, so at VHF hoyrist um alt landið.
Hetta ber samstundis í sær, at játtanin til tilbúgvingina kann lækka 6,4 milliónir og at hon sostatt verður 5,7 milliónir