Ein samd fíggjarnevnd hjá Løgtinginum játtaði í gjár eykapening til báthylin í Skúvoy. Tilboðini at umvæla verjugarðin í báthylinum í skúvoy eru komin inn og neyðugt var at játta 800.000 kr eyka.
Fíggjarnevndin metti umsóknina um eykajáttan hava skund, tí umráðandi er at gera slík arbeiði í einum og eisini at brúka summarhálvuna.
Hellan undir verjugarðinum til verandi bátahyl í Skúvoy er at kalla máað burtur, og støðan er sera vánalig. Neyðugt er at stoypa eitt lag av betongi uttaná alla síðuna, sum vendir móti brimi.
Umsóknin um eykajáttan var útreiðslunevtral, tí landsstýrið mælti til at taka peningin frá Viðareiðisloysnini.
Ein meirluti í nevndini, Jørgen Niclasen, Magni Laksafoss, Bjørn Kallsø, Eyðgunn Samuelsen og Bill Justinussen mælti frá at taka enn meira pening frá Viðareiðisloysnini. Í eykajáttan í Mai í ár var játtanin til Viðareiði minka og meirlutin helt tað ikki verða rímuligt at minka hana enn meir. Ístaðin helt meirlutin, at peningurin átti at takast frá ávikavist: 300 t.kr frá Dagføring av Brúm, 300 t.kr frá Trygdartiltøk av vegum og 200 t.kr frá innkoyring til Havnar. Hesar játtanir eru frammanundan góðar 9 mió. kr tilsamans.
Minnilutin, Torbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmør tóku undir við uppskotinum hjá landsstýrinum óbroytt.