Bátasigling í Vestmannasundi í dag

Eins og undanfarin ár byrjar bátasiglingin av Fútakletti undir Vágalandinum í dag klokkan 14.30.

 

Tað verður um 14-tíðina í dag, at bátar loysa í Vestmanna og sigla yvir undir Vágalandið. Felags bátasiglingin byrjar undir Fútakletti klokkan 14.30.

 

Tá bátarnir hava lagt trygt til bryggju, verður bjóðað til ókeypis suppu í stóra tjaldinum, og her eru allir bátastevnugestir hjartaliga vælkomnir.

 

Løtan, tá bátarnir leggja til bryggju, og fólk í stórum tali leita sær í tjaldið til suppu, er altíð hugnalig, og í supputjaldinum verða eisini harmonikutónar at hoyra, meðan suppan verður sopin.

 

Klokkan 16 verður bjargingarroynd á vágni, og klokkan 16.30 verða ódnartøk, sum hesin kappróðurin verður róptur.

 

Norrøna Dansiband fara at spæla í “hólminum” í tímunum millum klokkan 18 og 20, og tá fer alifyritøkan Luna eisini at bjóða ókeypis laksamáltíðir.

 

Í kvøld klokkan 19.45 fara vestmenningar at vísa Champions League-finaluna á stórskíggja í tjaldinum. Klokkan 21.30 fer Eyðun Nolsøe á pall, og ein tíma seinni fara Shamrock at framføra írskan fólkatónleik.

 

Stórdansurin byrjar á midnátt, tá FourMEN og Signar í Homrum fara á pall í stóra tjaldinum, og í lítla tjaldi fara Danny & The Veetos og Finnur Koba á pall klokkan 01.