Stevnan byrjar kl. 20.00 við bátahylin við Sjógv. Húsini hjá Kollafjarðar Bátafelag og Kollafjarðar Bjargingarfelag hava opið við matsølu og øðrum. Kl. 22.00 verður stevnan sett av Øssuri av Steinum, lærara, í Kollafirði.
Frá kl. 23.00 til 04.00 verður dansur í teltinum við bátahylin, har LM-Band spæla, teir eru kendir frá øðrum tiktøkum, t.d. tá Bátafelagið í Havn skipa fyri bryggjudansi í Vágsbotni. Í samband við dansin koyrir bussur úr Vágsbotni kl. 23.00. Busstúrurin er ókeypis, men dansibilettin verður goldin í bussinum, sum koyrir aftur í Vágsbotn eftir dansin.