Bátastevna fyri tíggjundu ferð

Fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. mai, verður árliga bátastevnan aftur í Vestmanna. Ágóðin av tiltøkunum fer til liðugtgerð av kappróðrarneystinum

BÁTASTEVNA

Bátastevnan í Vestmanna, sum hesaferð verður hin tíggjunda í røðini, verður í ár hildin tveir fylgjandi dagar, nevniliga fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai. Tað eru Vestmanna Ítróttarfelag og Kappróðrarneystið, sum formelt standa aftanfyri stevnuna, og ágóðin fer til liðugtgerð av neystinum.
Skipað verður fyri tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum.
Longu fríggjadagin, sum er dýrabiðidagur, verður stórt barnatiltak við Trøllapæturi og Trøllaommuni.

Bátar og suppa
Eins og undanfarin ár, verður suppa og annað at fáa leygardagin, tá bátarnir eru komnir av Fútakletti undir Vágalandinum og hava lagt til bryggju í Vestmanna.
Seinni sama dag verður eisini borðreitt við teimum vælumtóktu bátastevnubúffunum umframt ymiskum øðrum.
Men tað er ikki bara fríggjadagin, at barnatiltøk eru á skránni á bátastevnuni. Soleiðis verður eisini leygardagin, tá barnatiltak við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti og øðrum er á skránni.
Hesi tiltøk byrja klokkan 16.
Leygarkvøldið verður so tann stóri bátastevnudansurin, sum er eitt afturvendandi og vælumtókt tiltak í Ítróttarhøllini á festivalinum.

Kunning á heimasíðu
Úr Vestmanna verður sagt, at tey, sum ætla sær til bygdar við báti ella húsvogni, kunnu lesa á heimasíðuni www.vif.fo um bátapláss og pláss til húsvognar so hvørt, sum bátastevnan nærkast. Her fæst eisini kunning um keyp at atgongumerkjum og annað.
- Vit bjóða øllum áhugaðum vælkomnum á bátastevnu, verður sagt úr Vestmanna.