Eg skeyt upp tíðliga í ár, at Føroyar skuldu áseta sær eina makrelkvotu á 150.000 tons í føroyskum sjógvi, um ongin avtala fekst í lag ímillum strandalondini.
Hetta bleiv ikki gjørt, tí undirtøka var ikki fyri ætlanini, hvørki í samgonguni ella anstøðuni.
Eg eri tó enn sannførdur um, at hetta hevði verið tað einasta rætta, men eg valdi at lurta eftir hvat flokkarnir søgdu. Ivaleyst ein skeiv avgerð.
Hevði eg hildið áfram at lurta eftir umboðum fyri politisku flokkarnar og fleiri av teimum, sum hava úttalað seg seinastu dagarnar, hevði ongin makrelur verið fiskaður í føroyskum sjógvi í summar, ikki ein einasti ein.
Tað er rætt sum sagt verður, at tann eini flokkurin í samgonguni, umframt at mæla frá, at vit ásettu okkum eina kvotu á 85.000 tons, mælti til, at útluta ásettu kvotuna til tey uppsjóvarskip, sum frammanundan høvdu rætt til at fiska makrel.
Undirritaði helt tað tó verða rætt, at aðrir eisini skuldu sleppa framat, og tí bleiv makrelur útlutaður til ídnaðarskip (Næraberg, Saksaberg og Atlantsfarið) og til feskfiskatrolararnar undir Føroyum.
Seinni blivu so tey seinastu 3.500 tonsini útlutaði til skip, sum ikki høvdu veiðiloyvi í føroyskum sjógvi.
Eg eri harmur um, at eg ikki ásetti Føroyum eina á 150.000 av makreli í føroyskum sjógvi, tí so høvdu allir aktørarnir havt nokk at fiska, men eg eri glaður um, at eg hóast alt ásetti eina kvotu á 85.000 tons.
Umframt at geva føroyskum fiskimonnum, reiðaríðum, virkjum, arbeiðsfólki, ja, øllum samfelagnum munandi inntøkur, hava vit fingið til vega nógva vitan um makrelfiskiskap í føroyskum sjógvi, vitan, sum vit ikki høvdu frammanundan.
Hetta, saman við tí vísindaliga tilfarinum vit nú hava, fer at gera okkara støðu munandi betur, tá vit aftur sessast við samráðingarborðið í heyst.
Skipini hjá Thor í Hósvík eru føroysk skip, sum eru fíggjaði í Føroyum. Hesi hava vunnið Føroyum týðandi rættindir í Suðurstillahavinum. Um tey 3.250 tonsini av makreli kunnu viðvirka til, at felagið í Hósvík kann halda áfram við virkseminum í Suðurstillahavinum, tá fiskiskapurin har tekur seg upp aftur, eru tey givin væl út.
Tað er Vinnumálaráðið sum umsitur ”trygd á sjónum” og Innlendismálaráðið sum umsitur ”Útlendingalógina”, so Fiskimálaráðið hevur ongan møguleika at blanda seg uppí, hvør mannar skipini.
Sjálvur dugi eg ikki rættuliga at síggja munin, um skipini sigla við útlendskari manning í Suðurstillahavinum og fiska av føroyskari kvotu, ella sigla við útlendskari manning í føroyskum sjógvi, og fiska av føroyskari kvotu.
Vit standa væl í ”makrelmálinum”, so vónandi kunnu vit framyvir verða meira samd, so vit í felag vinna Føroyum størri rættindir.