Býtið millum kommunu- og landsskatt

Í løtuni er kommunuskatturin uml. 48% av samlaða skattinum. Uppskotið frá kommununevndini hevði økt kommunuskattapartin munandi til kanska eini 80% til 90% av samlaða skattinum.

Kommunuskatturin er proportionalur (lutfalsigur) t.v.s., at allar inntøkur høgar sum lágar gjalda sama prosent. Landsskatturin hinvegin er progressivur (stígandi) t. v. s., at skattatrýstið økist, jú hægri inntøkan verður. V. ø. o. ber bert til við landsskattinum at reka ein skattapolitikk, sum lutfalsliga kann lækka trýstið á láginntøkurnar.

Uppskot Javnaðarfloksins til nýggja kommunuskipan fer at gera, at kommunuskatturin fer at minka munandi, kanska niður í eina helvt, meðan landsskatturin fer at hækka samsvarandi. Hetta fer so eisini at gera tað neyðugt, at landskassin yvirtekur ein part av kommunuskuldini.