Ein ung kvinna doyði sunnunáttina í einari bátsvanlukku í fjørðinum millum Nuuk og Sermitsiaq, og nú eru tvey fólk skuldsett fyri óviljað manndráp í samband við hendingina.
Sjey fólk vóru í bátinum, tá vanlukkan hendi, og løgreglan heldur, at báturin sigldi á ein ísflaka. Fleiri endaðu í sjónum, og ein ung kvinna læt lív. Hini seks endaðu á sjúkrahúsi.
Vaktleiðarin hjá grønlendsku løgregluni, Carl Sværd, sigur við Sermitsiaq, at nøkur av teimum bjargaðu høvdu fingið skaðar, og onnur vóru í sjokki. Tískil hevur ikki borið til endaliga at staðfesta, hvør hevði ábyrgdina av siglingini.
Blóðroyndir eru tiknar av tveimum av persónunum, sum kunnu hava siglt bátin.
- Hesir báðir persónarnir eru nú skuldsettir fyri óviljað manndráp. Teir eru eisini skuldsettir fyri at hava siglt bátin ávirkaðir av rúsdrekka og fyri at hava hava verið atvoldin til skaðar, sigur vaktleiðarin við Sermitsiaq.
Sambært heimasíðuni skal kanningararbeiðið hjá løgregluni staðfesta, hvør av hesum báðum skuldsettu hevur siglt bátin.
Tað var nakað eftir klokkan 02 lokala tíð sunnunáttina, at løgreglan fekk boð um hendingina. Ein av teimum, sum vóru í bátinum og hevði megnað at komið sær upp á ísflakan, ringdi til løgregluna og bað um hjálp.