Um trítíðina í dag fekk MRCC-støðin eini boð frá alarmsentralinum um, at ein bátur, ið var staddur nakrar fjórðingar úr ein landsynning úr Svínoynni, var komin í neyð og hevði tørv á hjálp.
- Hann var farin at leka, og tók so mikið av sjógvi inn, at teir í fyrstu atløgu mettu støðuna at vera hættisliga. Teir funnu ikki lekan at byrja við, so teir bóðu um hjálp, greiðir vakthavandi á MRCC-støðini frá.
Neyðuga tilbúgvingin bleiv sett í gongd fyri at hjálpa teimum báðum monnunum, ið vóru staddir umborð á bátinum.
- Vit fingu tyrluna í luftina sum skjótast, og sendu mayday relay fyri at fáa bátar, ið vóru nærhendis, til hjálpar. Tað vóru eisini fleiri, ið settu kós móti neyðstadda bátinum, men tað gekk ikki leingi áðrenn vit fingu boð um, at teir høvdu funnið lekan og høvdu fingið bilbugt við tí ringasta. Tað lak enn, men teir mettu, at teir sjálvir kláraðu at koma til lands, greiðir vakthavandi frá.
Stutt eftir kom tyrlan fram til bátin og fylgdi honum til Mjóvanes, har Rescue Lív møtti bátinum og fylgdi honum aftur til Havnar, har hann bleiv tikin upp á land.