Verkfall
Arbeiðarafeløgini í verkfalli lógu ikki longi á boðunum frá Løgmanni.
Løgmaður heitti í fyrrakvøldið inniliga á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um enn einaferð at sessast við samráðingarborðið fyri at royna at finna eina loysn á verkfallinum, so at samfelagið fæst ígongd aftur.
Og longu í gjáramorgunin sendi arbeiðarafeløgini í verkfalli arbeiðsgevarunum nýggja innbjóðing um fund.
Men samstundis gjørdi arbeiðarafeløgini greitt, at feløgini í verkfalli kunnu ikki slaka meiri, tí tey hava longu slakað nógv meiri enn ætlanin nakrantíð var.
Tískil bjóðaðu arbeiðarafeløgini í verkfalli arbeiðsgevarunum til at at skrivað undir tað síðsta tilboðið frá feløgunum.
Tað tilboðið er, at tímalønin skal hækka fýra krónur um tíman 1. mai í ár og aftur fýra krónur 1. mai omandi ár. Samstundis vilja vit hava 0,5% í eftirøløn um árið.
? Vit skilja, at nógvir av limum tykkara nú eru komin sera illa fyri av verkfallinum og verkbanninum, og ikki minst er hetta galdandi fyri alivinnuna, søgdu arbeiðarafeløgini í fundarfráboðanini til arbeiðsgevararnar.
? Vit fara at heita á tykkum um enn einaferð at umhugsa seinasta uppskot okkara, ikki minst við atliti til truplu støðuna hjá egnu limum tykkara, løgdu feløgini afturat.
Jan Mortensen á Arbeiðsgevarafelagnum segði beinanvegin í gjáramorgunin, at tað kemur als ikki upp á tal at góðtaka tilboðið frá arbeiðarafeløgunum.
Teirra seinasta tilboð er at lønarhækkingin skal vera minni enn fýra krónur um árið, tá ið eftirlønin er tald uppí og longur vilja teir ikki vikast.