B36-AB 0-2 (0-0): AB 36 betri enn B36

AB er ikki til at steðga, og tá felagið leygardagin fekk møguleika at halda sín 36 ára stovningardag í Gundadali við dysti ímóti B36, tók AB av. Við uppiborna sigrinum hevur AB næstan longu tryggjað sær framhaldandi Vodafonetilveruna

FÓTBÓLTUR

 

Eftir veðrinum at døma, hevði AB ikki skikkað sær væl. Og tað munnu nú vera trý av hinum liðunum í fremstu mansdeildini, ið eisini eru av tí áskoðan, at argjamenn hava tikið ríkiligt í trimum teimum síðstu dystunum. Tað oysregnaði allan dystin á tamb í Gundadali, sum fyri eina ferðs skyld ikki líktist veðurbesta plássi í landinum.

Summi tosa um B36-veður, tá tað er soleiðis, men um nakað er í tí, so matsjaði B36 í øllum førum ikki sítt egna veður leygardagin, tí burtur sæð frá nøkrum fáum sprellum, var tað AB, ið átti dystin við húð og hár. Og kanska var tað stovningardagurin, ið gjørdi munin, tí leygardagin vóru altso 36 ár liðin, síðani unga fótbóltsfelagið á Argjum sá dagsins ljós.

Sum dystinum leið, kom eisini til sjóndar, at hesi bæði liðini liva í hvør sínari verð. AB sólar sær – sjálvt í regninum – í ótrúligu viðgongdini, sum hevur verið síðstu dystirnar, meðan B36 hongur við nevinum og fær einki at bera til. Og tað so verri enn so heldur!

 

Vunnu miðjuna

Fleiri klóra sær í nakkanum og hava hug at spyrja, hvat B36 ger skeivt. Men leygardagin var tað nógv upplagdari at tosa um, hvat AB ger rætt. Fyrst og fremst hevur AB miðvíst fingið mannað sær eitt gott lið, ið hongur væl saman. Spælararnir eru til reiðar at stríðast fyri sakini, og so eru eisini fleiri úrmælingar á liðnum, ið lyfta hinar upp við sær.

Tann, ið kanska mest av øllum gekk undan ímóti B36, var Evrard Blé á AB-miðvøllinum. Longu beinanvegin í dystinum tók hann valdið á miðvøllinum og slept ikki, fyrr enn dysturin var lokin. Og hann var kanska størsti einstaki munurin á liðunum báðum.

Arbeiðssamur og skilagóður var hann so at siga allan dystin, og serliga væl dugdi hann at halda upp á bóltin, tá tað kravdist, so betri pláss gjørdist hjá liðfeløgunum. Hvørja ferð hann fekk bóltin, hevði hann einar tveir ella tríggjar B36-arar rundan um seg, og tað var eyðsýnt júst tað, hann vildi. Hevði hann teir har, vóru teir jú ikki nakra aðrastaðni…

Ein annar munur á liðunum var, hvussu tað riggaði at skipa spælið. Meðan AB sá út til at hava eina ætlan við tí, ið gerast skuldi, tóktist alt meira tilvildarligt hjá B36, ið ongantíð kom nærri málinum enn við nøkrum skotum uttanífrá, ið ikki gjørdust meira enn hálvavegna vandamikil.

 

Gott álopsspæl

Tá var nógv meira broddur í álopsspælinum hjá AB, ið livdi allan dystin. Tróndur Sigurðsson og Stig-Roar Søbstad høvdu framúr gott samspæl sínamillum har frammi, og eisini hjálptu Rasmus Nielsen og Dion Splidt úti í síðunum væl til, so AB altíð hevði fleiri møguleikar at velja í, tá farið var avstað frameftir. Og tað var ofta.

Hol kom tó ikki á fyrr enn mitt í seinna hálvleiki, og tá hevði tað líkasum ligið í luftini eina løtu, at AB mundi fara at fáa okkurt mál nakað skjótt. B36 misti bóltin í uppspælinum og so var Rasmus sum eitt fok farin inn í B36-brotsteigin, har hann hart kroystur av Herbert í Lon Jacobsen kortini fekk sent bóltin yvir í mótsatta málkrók til 1-0.

Sjey minuttir seinni var fongur tvífaldaður. AB hevði eitt fríspark beint aftan fyri miðjuna, ið var sent mitt frameftir. Og meðan B36-verjan stóð og svav, rann Stig-Roar seg inn um hana og setti fótin á, so Jóan Pauli í málinum var prísgivin. So var 2-0.

Sigurin var ikki eitt mál ov lítil, tí til tað var alt ov stórur munur á liðunum og tali á kjansum, ið kunnu rættvísgera tey altavgerandi málini. AB er veruliga á veg frameftir, meðan verri stendur til hjá B36, ið sanniliga ikki sá út til at hava tað serliga gott leygardagin.