Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl á Eiðinum í Klaksvík, har B36 verður gestur hjá meistarunum og FM favorittunum. Í 19 umførum hevur KÍ vunnið 18 dystir og spælt ein javnan. Eingin hevur í heimligu kappingini megnað at vinna ímóti KÍ, men tað ætla teir í B36 at megna í Klaksvík í kvøld.
Tað eru bara farin fimm mál ígjøgnum hjá KÍ, og báðir dystirnir fyrr í ár ímóti B36 eru endaðir við 1-0 sigri til klaksvíkingar. Í øðrum umfari, á grækarismessu, skoraði Jóannes Bjartalíð málið í Klaksvík, og í 13. umfari, sum var 19. juni, var tað Anders Sølvsten Holvad, sum í sínum fyrsta dysti á KÍ liðnum skoraði fyri fyrstu og higartil einastu ferð.
Hjá KÍ er Patrick Da Silva tøkur aftur, eftir at hann sat hálvskaddur á beinkinum, tá ið KÍ sunnudagin vann 4-1 á heimavølli ímóti AB. Heini Vatnsdal er leikbannaður, og Óli Eyðsteinsson Poulsen er skaddur. Jesper Brinck hevur seinstu vikurnar ikki verið tøkur, tí hann í Europadysti fyrr í summar brákaði eitt rivjabein. Tað er eisini ivasamt, um Odmar Færø í kvøld verður millum teir fyrstu ellivu.
B36 vann sunnudagin øgiliga týdningarmiklan 2-1 sigur á útivølli ímóti NSÍ. Málið hjá árstalsfelagnum er at vinna seg í Europa, og undan útsetta dystinum í kvøld er B36 á fjórða plássi og tvey stig frammanfyri EB/Streym.
B36 hevur fyrr í ár bara tvær ferðir vunnið tveir dystir á rað, og tríggjar tær seinsatu ferðirnar er tað endað við javnleiki, tapi og sigri.
Martin Agnarsson er givin í B36, eftir at hann í gjárkvøldið varð seldur til Viborg í superliguni. Benjamin Heinesen er leikbannaður, og Brian Jakobsen er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur.
KÍ – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 18.30.