B36 aftur á odda í bólki 2

Fótbóltur: John Petersen fekk tvey mál í føðingardagsgávu móti ÍF, men hepnasti maður á vøllinum var Jens Kristian Hansen ? heppin tí hann fekk loyvi til at spæla allan dystin

B36 dróg longra stráið í einum dramatiskum dysti móti ÍF í Fuglafirði mikukvøldið.

Tvey brotsspørk og ein rúgva av kortum umframt seks mál. Nógv fyri pengarnar til áskoðararnar, har av í øllum førum helvtin vóru havnarfólk.

Tað vóru bert spældir átta minuttir, tá John Petersen varð togaður niður í brotsteiginum, og dómarin peikaði á 11-metra blettin. Poul Thorsteinsson varð settur at skjóta, men hann rakti beint á Erling Joensen í ÍF-málinum, so einki kom burturúr.

Stutt eftir hetta hevði Jákup á Borg eina góða skotroynd, sum endaði á stongini/í síðunetinum.

Sum heild fekk B36 betru byrjanina upp á dystin. Spælið hjá teimum hekk meira saman enn hjá fuglfirðingum, og tað var eisini í lagi, at John Petersen í 27. minutti staddur inni í brotsteiginum fekk sent bóltin framvið Erlingi til 1-0 til B36.

ÍF stillaði upp við Egil Zachariasen og Mariniak Maciej í álopinum, og teir vístu báðir tenn í løtum. Tað gjørdi ÍF-verjan við Bartal Eliasen, Torstein Joensen og Torkil Hansen eisini. Verjan spældi hart, og at allir ikki fóru at sleppa kortleysir frá dystinum, sást skjótt.



Koyrir væl í løtum

B36-venjarin Tomislav Sivic hevur roynt seg við fleiri ymsum uppstillingum higartil í ár. Mikukvøldið spældu Jens Kristian Hansen og Poul Thorsteinsson í miðverjuni, meðan Arnbjørn Danielsen, sum vanliga spælir í miðverjuni, var fluttur út á vinstra bakk.

Spælið hjá B36 koyrir væl í løtum, men enn einaferð vísti tað seg, at tað ikki kom verulig ferð á spælið, fyrr enn Sivic sjálvur kom á vøllin tíðliga í seinna hálvleiki.

Áðrenn tað hevði ÍF fingið útjavnandi málið, sum kom upp á eitt ivasamt brotsspark. Maciej gjørdist leysur við Egini Høgnesen, sum kom út ímóti. Póllendingurin trekti framvið B36-málverjanum og datt/lat seg detta. Egin Høgnesen í øðini, men einki hjálpti, og Bartal Eliasen setti brotssparkið trygt í netið til 1-1.


Tvey mál í føðingardagsgávu

Seinni hálvleikur var bert tíggju minuttir gamal, tá John Petersen ? fylti 26 ár mikudagin ? gjørdi sítt næsta mál í dystinum. Hesu ferð var tað ÍF-verjan, sum ikki fekk bóltin burtur, og eftir eitt sindur av trunkaspæli kundi føðingardagsbarnið enn einaferð vísa, at hann hevur máltev sum fáur.


Jens Kristian heppin

ÍF trýsti nú frameftir, og stutt eftir málið til 2-1 missur Jens Kristian sum aftasti maður bóltin til Egil Zachariasen, sum setir ferð á móti málinum.

Jens Kristian fær hann aftur, tekur í armin á honum, Egil skrykkir seg leysan, Jens Kristian dettur, og linjudómarin veittrar fyri frísparki. Tey flestu ivaðust ikki í, at nú fekk B36-liðskiparin sín marsjordra, men frísparkið verður givið til B36!

Fuglfirðingar vóru í øðini, og Jens Kristian kundi kenna seg sera hepnan um at fáa loyvi til at spæla restina av dystinum.

Við tíggju monnum er sera ivasamt, um B36 hevði kunnað farið aftur til Havnar við trimum stigum, men soleiðis gongur onkuntíð.

Næstu minuttirnir var lítið skil á, og dómarin hevði úr at gera við at varðveita tamarhaldið á dystinum, har ónollurnar vóru um at taka yvirhond.

Dómarin eigur rós fyri, at hann megnaði at dempa spælararnar aftur, men tað kostaði serliga fuglfirðingum nógv kort, sum øll vóru gul, hóast okkurt lættliga kundi verið reytt.


Stokkut gleði

ÍF tók nú yvir, og tað var í lagi, at póllendingurin Jazek kundi skora til 2-2 við at takkla seg ígjøgnum B36-verjuna og næstan heilt inn í málið saman við bóltinum.

Fuglfirðingar ovurfegnir, men teir vóru nóg illa lidnir at fegnast, so lá bólturin aftur í teirra egna máli.

B36 tók dystin upp aftur, og Tomislav Sivic fekk bóltin inni í brotsteiginum, nakað úti í høgru síðu. Hann lyfti fyrst upp um ein verjuleikara og síðani upp um málverjan, so bólturin legði seg pent niður í vinstra málhorn. Eitt sera vakurt mál!

Málið var ikki bert vakurt, men eisini sera týdningarmikið, tí tað kom beint eftir at ÍF hevði javnað. Tíggju minuttir vóru nú eftir at spæla, og hóast ÍF nú tveitti alt fólkið fram, megnaði B36 at verja leiðsluna og enntá fáa eitt mál afturat. Tá eitt lið loypir á við øllum, endar ofta galið í hinum endanum, og tað var eisini eitt typiskt kontraálop, sum endaði við, at Carl Høgnesen kundu skora til 4-2 í seinasta minutti av dystinum.


Ikki dagurin hjá ÍF

ÍF vísti gott spæl, bæði í álopinum og í verjuni, men hetta var ikki teirra dagur.

Høvdu teir spælt ellivu móti tíggju seinasta hálva tíman av dystinum, hevði úrslitið kanska verið øðrvísi ? tað hevði tað í roynd og veru uttan iva verið ? men soleiðis skuldi tað ikki ganga.

Jens Kristian Hansen og hinir B36-leikararnir kundu aftan á kenna seg eitt sindur hepnar um at hava vunnið henda javna og spennandi dystin, sum hevði við sær, at B36 nú aftur er á odda í bólki 2 og sær út til at hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingini. Tað verður endaliga avgjørt sunnudagin, tá seinastu dystirnir í bólkinum verða spældir. Tá skulu bæði B36 og ÍF til Suðuroyar. B36 skal spæla móti Sumba, meðan ÍF fer at vitja TB á Sevmýri.


ÍF-B36 2-4 (1-1)

0-1: John Petersen

1-1: Bartal Eliasen (br.)

1-2: John Petersen

2-2: Jazek

2-3: Tomislav Sivic

2-4: Carl Høgnesen