B36-arnir stórfegnast í dag

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Hanus Thorleifsson (B36) og Pætur Dam Jacobsen (Skála) her

Alt lagaði seg hjá B36 í dag. Nærmastu kappingarneytarnir, HB taptu 1-2 ímóti EB/Streymi, og B36 greiddi sín setning við einum 3-0 sigri á Skála á útivølli í dag.

 

Hanus Thorleifsson, miðvallari hjá B36 fegnast við sínum liðfeløgum. Seinasta vikuskiftið fingu hann og liðfelagarnir bert ein 1-1 javnleik ímóti einum øðrum botnliði, AB. Hanus helt tó, at munurin var, at Skála royndi at spæla, og stóðu ikki so verjukent, sum AB gjørdi tað seinasta vikuskiftið.

 

Pætur Dam Jacobsen, verjuskansin hjá Skála iðraði seg um, at heimaliðið ikki tók av møguleikunum í fyrra hálvleiki, og, at teir vóru ikki nóg vaknir í avgerandi støðum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við Hanus Thorleifsson og Pætur Dam Jacobsen.