B36 kom upp á tríggjar sigrar í 2. deild, tá teir leygardagin vunnu 3-1 á GÍ.
Tað sær út til, at unga B36-liðið, sum fekk eina trilvandi byrjan upp á kappingina, verður betri og betri fyri hvønn dyst, og sigurin móti gøtumonnum í Gundadali var uppiborin.
Heimaliðið tók leiðsluna tíðliga í dystinum, tá Jørgen Meitilberg sleit seg leysan inni í GÍ-brotsteiginum og skoraði. Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki, sum B36 stýrdi.
Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur javnari. GÍ kom meiri við, og við 1. deildarroyndum sum Janusi Rasmussen og Heina Heinason á odda fóru teir at trýsta B36.
Tað var kortini havnarliðið, sum økti leiðsluna eftir frísparkskombinatión. B36 fekk fríspark stutt uttan fyri GÍ-brotsteigin, og bólturin varð lyftur upp um verjuna til Fróða Clementsen, sum ikki sveik, men skoraði til 2-0.
Men GÍ svaraði aftur, tá Heini Heinason fekk fulla úrtøku burtur úr einum møguleika, og spenningur kom í aftur dystin.
Avgerandi málið í dystinum var eisini tað vakrasta, og tað stóð Áki Mørk fyri. Áki hevur eitt sera gott skot, og hann hevur eisini skorað beinleiðis upp á fríspark fyrr í ár. Hesa ferð royndi hann seg úr 20-25 metrum, og bólturin endaði uppi í málhorninum. GÍ-málverjin stóð nakað uttarlaga, men tað er ivasamt, um hann hevði kunnað tikið skotið kortini.
B36 er í løtuni í miðjuni av deildini, men tað er ikki langt upp til oddaliðini í eini kapping, sum sær út til at gerast rættiliga spennandi.
Ofta hava 1. deildarspælarar verið niðri á 2. deild og vent, men hesaferð vóru tað so at siga bert unglingaspælarar, sum mannaðu liðið.
GÍ-liðið er ein blanding av nýggjum og góðum gomlum. Millum teir eldru kunnu nevnast Jón Sigurð Gleðisheygg og Janus Rasmussen, sum eisini var á 2. deildarliðnum leygardagin.