B36 betri mannað enn seinast

Jákup á Borg er komin fyri seg aftur

Teir vóru vónbrotnir eftir javnleikin ímóti grannunum og favorittunum í HB. Men moralskt var tað sera týdningarmikið fyri B36, sum saknaði fleiri av føstu monnunum, at megna javnleik ímóti HB.

Hørður Askham er framvegis leikbannaður, meðan Tórður Thomsen og Robert Heðin Brockie eru tøkir aftur eftir leikbann. Karl Martin Danielsen var stinnur miðverji ímóti HB. Hann fær møguleikan aftur. Símun Joensen noyddist at geva avboð ímóti HB orsaka av liðbandsskaða. Tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla. Jákup á Borg er komin fyri seg aftur eftir drúgvan steðg orsaka av skaða í rygginum.

B36 venjarin, Mikkjal Thomassen, er burturstaddur. Tí vera tað Milan Kuljic og John Petersen, sum í dag fara at hava ábyrgdina á beinkinum.

Meðan B36 spælir fyri bronsukrónunum og rættinum at spæla altjóða fótbólt, so hava víkingarnir við steypasigrinum longu tryggja sær rætt at spæla í Europa. Eftir sigurin í steypafinaluni kom Víkingur orduliga niður á jørðina, tá ið NSÍ fór úr Sarpugerði við 4-2 sigri.

-Hetta var útpurringin, staðfesti venjarin Sigfríður Clementsen, sum tó ikki var misnøgdur við hugburðin, men heldur vísti á, at vindurin spældi stóran leiklut í tøttu uppgerðini.

Víkingarnir eru væl fyri, men tað sást ímóti NSÍ, at tað er saknur í miðvallaranum Sam Jacobsen, sum er farin av landinum.

Tá ið Víkingur í 2. umfari var í Gundadali, slerdi B36 víkingarnar í gólvið við at vinna 4-0!

B36-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00.