GÍ var komið til Havnar í einari síðstu roynd at røkka heiðursmerkjavónunum, meðan B36 hevði møguleikan at leggja seg einsamalt á odda í Formuladeildini. B36 var sera sannførandi og vann heili 4-0, og kann eftir javnleikin í Runavík millum NSÍ og EB/Streym nú kalla seg oddalið í Formuladeildini.
Fult tamarhald
Frá dystarbyrjan lá B36 høgt á vøllinum, og hevði ætlanir um at trýsta skerda GÍ-liðið. Hetta tóktist at eydnast teimum væl, og somuleiðis fingu teir nógv pláss at leika á. Fráveran av Sámali Joensen á miðvøllinum hjá GÍ kom meir enn so til sjóndar, har miðvøllurin hjá GÍ í fleiri atløgum tóktist afturhaldin og sera tannleysur fram eftir vøllinum.
B36 helt trýstið við javnt, og tað lá í luftini, at hetta skuldi geva úrslit. Og soleiðis varð. Í 27. minutti var sum ikki einaferð væl spælt upp hjá B36 í høgru síðu. Mikkjal Thomassen legði eitt innlegg innfyri brotsteigin, og har stakk Sylla seg upp og stýrdi bóltin væl við høvdinum í handara málhorn. Ein væl uppiborin 1-0-leiðsla til heimaliðið.
Eftir málið helt sama leikgongdin fram, og tað stóð greitt, at B36 vildi hava enn eitt mál áðrenn hálvleik. Hetta gjørdist eisini veruleiki í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat vanligu leiktíðini. Alex Dos Santos skeyt hornaspark høgt innfyri, og aftanfyri leikaradepilin stóð Mikkjal Thomassen og stýrdi bóltin beint inn um mállinjuna. Mótmælini frá GÍ-leikarunum vóru nógv, tí teir mettu, at ein verjuleikari teirra varð hildin.
Eftirlíknaður 2. hálvleikur
Í flest allar mátar var seinni hálvleikur líkur tí fyrra. B36 sat á øllum spælinum, meðan somuleiðis tvey mál komu.
Leiðslan hjá B36 skuldi síggjandi til ikki verjast, og nú tóktust teir enn grammari. Hetta gav eisini eitt skjótt úrslit, tí ikki vóru leiktir meir enn sjey minuttir av seinna hálvleiki, tá ið bólturin aftur var í málinum. Mikkjal Thomassen leikti frálíkt bandaspæl við Hanusi Thorleifssyni, fekk bóltin aftur, og langaði síðan bóltin við ferð handan ein sakleysan og annars væl leikandi Geza Turi í GÍ-málinum.
Einki tóktist at vika leikgongdina, tí hvussu við og vendi, so var tað B36, ið spældi sama spæl og sat á dystinum. Vælhóskandi fingu teir eisini seinasta málið, sum Hanus Thorleifsson var meistari fyri. Tann nýinnkomni Kenneth Jacobsen sendi innlegg innfyri, og eftir eina miseydnaða skotroynd stóð Hanus rætt fyri, og setti bóltin í málið til endaliga úrslitið, 4-0.
Eingin ivi var um betra liðið, og enn minni ivi valdar yvir at B36 nú er fyribils oddalið í Formuladeildini. Eitt annars væl koyrandi GÍ-lið mátti sigast at hava ein sannan frídag á skrivstovuni.
B36 fimm stjørnur.
GÍ eina stjørnu.
- Teir trillaðu okkum í øðrviti
So veruleikakend eru orðini frá Atla Gregersen hjá GÍ, sum als ikki var nøgdur við dagsins avrik.
- Hetta var ein ordiligur off-day hjá okkum. Tað hevur koyrt væl hjá okkum í seinastuni, og vit trúðu uppá tað, men vit vórðu satt at siga blástir av vøllinum.
Hann heldur ikki, at tað kann skyldast nógvu leikarafráveruni á liðnum.
- Nei, eg vil ikki geva nøkrum skuldina. Vit eru 11 mans á vøllinum, og tað mugu vit arbeiða út frá, sigur Atli Gregersen.
- Vit vóru betri á øllum plássum
Fróði Benjaminsen hjá B36 heldur tað ikki vera nakað dulsmál, at rætta liðið vann.
- Vit vóru nógv grammari. Vit fingu spælið at koyra, og vóru nógv tað betra liðið í dag, sigur Fróði.
B36 hevur leikt tríggjar toppuppgerðir á rað, og hevur vunnið hesar samanlagt 7-0. Spurdur, um hetta gevur góðar vónir til UEFA Cup-dystin móti Ekranas, svarar hann:
- Sjálvandi fara vit eftir at spæla møguleika okkara. Men vit kenna lítið til hitt liðið, so tað er ringt at spáa, sigur Fróði Benjaminsen.