B36 bronsu ímóti B68

Tað gekk akkurát hjá B36, sum við 2-1 sigri á B68 tryggjaði sær bronsumerkini.

Toftamenn løgdu bragdliga fyri, og longu í 8. minutti skoraði Jann Ingi Petersen eftir fríspark úr høgru.

B68 var eisini í 2. hálvleiki leikliga omaná, men tað var B36, sum skoraði tvey mál.

Málskjútti í báðum førum var unga stjørnuskotið á miðvøllinum Róaldur Jacobsen. Tað seinna skoraði hann í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Málið var sera týdningarmikið, tí tað bar við sær, at B36 endaði á triðja plássi og harvið vann bronsumerkini.