Fótbóltur
Sum vera man er lagið fínt á Toftum, eftir at teir fóru úr Klaksvík við øllum stigunum seinasta sunnudag. Sigurin gav nakað av andarúmi niður til hóttandi strikuna, og ein sigur sunnudagin kann lyfta teir heilt úr akutta vandanum.
Størsta ivamálið hjá B68 er, hvørt Arnbjørn Danielsen verður tøkur til dystin. Hann hevur verið skaddur í nakrar vikur, men seinastu vikuna hevur hann vant við fullari ferð. So er spurningurin, hvørt hann aftur verður partur av miðverjuni, har Kári Hansen hevur verið fínur vikarur, ella um hann verður nýttur aðra staðni á vøllinum.
Hjá B36 er talan um at kalla sama fólk, sum fyri viku síðani spældu javnt á heimavølli móti VB/Sumba. Eitt úrslit, sum als ikki var nøktandi hjá føroyameistarunum, men sum tó sýndi, hvussu trupult teir hava havt tað á heimavølli í ár. Hóast B36 enn ikki hevur tapt heimadyst í ár, so hava teir bert vunnið tann eina av slagnum júst móti B68.
Hinvegin hevur úrtøkan á útivølli verið góð. Har hevu B36 higarti vunnið fýra av seks dystum, meðan teir tvær ferðir eru farnir av vølli sum taparar.