B36 eigur nú triðingin av landsliðnum

Klæmint Matras hevur fyri fyrstu ferð fingið landsliðsboð, og Arnbjørn Danielsen er boðsendur aftur, eftir at hann hevur verið burturfrá í trý ár

 

Landslið


Ein lítil helmingur av meistaraliðnum hjá B36 sleppur ikki í vetrarfrí, tá landskappingardysturin í Vági komandi leygardag er liðugur, og tá teir á meistaraliðnum hava fingið handað steypið frá Føroya Bjór og hava fingið gullkrónurnar um hálsin.

Allan Simonsen hevur úttikið teir átjan spælararnar, sum í komandi viku skulu við landsliðnum niður til Slovenia, og venjarin hevur gjørt av at senda boð eftir ikki færri enn seks av B36 monnunum. Hetta er størsta umboðanin í átjan manna hópinum, sum eitt felag nakrantíð hevur havt í einum og sama dysti.

Tá landsliðið um mánaðarskiftið spældi ímóti Luksemborg og Russlandi, vóru fýra B36 spælarar í hópinum: Jens Kristian Hansen, John Petersen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni.

Nú hevur Allan Simonsen gjørt av eisini at geva Arnbirni Danielsen og Klæminti Matras landsliðsboð. Arnbjørn Danielsen, sum er skrásettur fyri tríggjar landsdystir, hevur ikki verið í landsliðsferðalagnum í trý ár. Hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Kekkia 6. september í 1998 vann 1?0 á Svangaskarði.

Klæmint Matras er spildurnýggjur á a?landsliðnum. 20 ára gamli miðvallarin er sera raskur og sterkur, og hann hevur eisini dygdir sum bóltspælari.


Liðið

Í landsliðsferðalagnum eru seks útisetar og tólv spælarar úr heimligu feløgunum. Jákup Mikkelsen úr Molde og Jens Martin Knudsen úr NSÍ eru málverjar. Útispælararnir eru Óli Johannesen, Hvidovre, Jens Kristian Hansen, B36, Hans Fróði Hansen, B68, Johan B. Hansen, OB, Arnbjørn Danielsen, B36, Jón Rói Jacobsen, HB, Øssur Hansen, B93, Jákup á Borg, B36, Klæmint Matras, B36, John Petersen, B36, Rógvi Jacobsen, HB, Heðin á Lakjuni, B36, Súni Olsen, FC Zwolle, Hjalgrím Elttør, KÍ, Christian Høgni Jacobsen, Esbjerg og Kurt Mørkøre, KÍ.