Í kvøld spælir B36 fyrra av teimum innleiðandi dystum í Champions League kappingini ímóti Birkirkara av Malta. Fyrri dysturin verður spældur á Malta, og har hevur B36 seinastu dagarnar fyrireika seg til uppgávuna.
- Tað er gott fyri okkum, at vit kunnu verða nakrar dagar á Malta undan dystinum, so vit fáa vant okkum eitt sindur við tann nógva hitan, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá UEFA.
Venjarin hjá B36 sigur, at liðið í kvøld fer at leggja meira dent á verjuspælið, enn liðið vanliga ger í heimligu kappingini.
- Hópurin hjá okkum er broyttur nakað seinasta árið, og okkara spælistílur verður helst meira verjukendur, men vit halda okkum hava tað, sum skal til fyri at koma víðari í kappingini, sigur Sigfríður Clementsen við uefa.com.
Stóri vinningurin av einum samlaðum sigri í fyrsta innleiðandi umfarinum er, at í næsta umfari bíðar ein dystur ímóti turkiska stórfelagnum Fenerbahce.
Dómarabólkurin til dystin í kvøld kemur úr Hvítarusslandi, meðan UEFA-umboðið er úr Onglandi.
Dysturin millum Birkirkara og B36 verður spældur klokkan 18.30 lokala tíð.