B36 er á gáttini til at vinna niðara endaspælið

B36 og Skála ÍF vunnu sigrar á heimavølli

Sigrið Hansdóttir skoraði triðja málið hjá B36 (Mynd: FSF)

Tveir dystir eru í dag leiktir í niðara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.

 

Á ovara vølli í Gundadali í Havn vann B36 4-2 á 07 Vestur. B36 var á odda 3-1 í steðginum.

 

Á Skála vann Skála ÍF 2-0 á FC Hoyvík.

 

Tað merkir nú tríggir dystir er eftir at leika, at B36 er fremst við 31 stigum, og Skála ÍF er næstfremst við 22 stigum. Um B36 bara fær eitt stig aftrat, so hava tær vunnið niðara endaspælið. 07 Vestur er nummar trý við 12 stigum, og FC Hoyvík er aftast við fýra stigum.

 

Komandi umfar verður leikt 21. september. Tá verður leikt soleiðis: FC Hoyvík-B36 og 07 Vestur-Skála ÍF.

 

B36-07 Vestur 4-2 (3-1)

 

1-0 Anna Maria Heðinsdóttir (25.)

 

1-1 Sissal Haraldsen (28.)

 

2-1 Súna Jógvansdóttir Højgaard (36.)

 

3-1 Sigrið Hansdóttir, br. (45.)

 

4-1 sjálvmál (67.)

 

4-2 Sissal Haraldsen (89.) 

 

Skála ÍF-FC Hoyvík 2-0 (2-0) 

 

1-0 Randi Fagradal (27.)

 

2-0 Arnfríð Jacobsen, br. (45.)

 

Kelda: dystir.fo 

 

Sigrið Hansdóttir skoraði triðja málið hjá B36 (Mynd: FSF)