Sum skilst hevur onkur broyting verið á leiðini um Suðuroyarfjørð í dag, og væntandi verður eisini broyting ella avlýsing í morgin, nú avloysaraskipið Galaxy røkir leiðina.
Strandferðslan boðar frá, at broytingar ella avlýsing kann væntast í morgin.
Ssl.fo boðar soleiðis frá í kvøld:
Vegna vána veðurforsøgn fyri mánadagin 8. september kann roknast við møguligum broytingum ella avlýsingum á leið 7 til túrin kl. 14.00 av Krambatanga og túrin kl. 17.30 av Havnini mánadag 8.september.