So er síðsti seymurin sligin í 2013 kappingarárið. Flestu fótbóltspælararnir spenna næstu vikurnar frá, áðrenn tað verður farið undir fyrirekingarnar til nýggju kappingina. Men hjá teimum bestu er ikki enn hugsningur um at hvíla seg.
Tað bíða bæði A-landsliðnum og U21-landsliðnum uppgávur. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen skulu við A-landsliðnum suður á Malta at spæla venjingardyst týsdagin 19. november, og fríggjadagin 15. november skulu nýggji AB venjarin, Bill Jacobsen, og Heðin Askham, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma eisini verður venjari í Runavík næsta ár, saman við U-21 landsliðnum í stóra EM undankappingar avbjóðing í Írlandi.
Bronsan
Síðani summarsteðgin hevur tað gingið sum eftir ánni hjá B36. Greiða 4-0 tapi í Runavík á mikkjalsmessu bar kapping við sær um bronsuplássið. Hetta var einasta prusið á fantastiskum síðsta triðingi av kappingini.
Eftir vónbrotið á ólavsøku, tá ið ÍF svaraði aftur og vann 2-1, hevur B36 vunnið átta dystir og spælt ein javnan, og trumfurin var, at tað leygardagin í Fuglafirði eydnaðist við 3-1 sigri at siga takk fyri ólavsøkuna. Harvið tryggjaði B36 sær bronsukrónurnar og rættin til næsta ár at spæla í europeisku kappingini.
ÍF hevur verið so mikið støðugt, at silvurkrónurnar vóru tryggjaðar undan B36 vitjanini. Ímóti B36 sást væl, at tað vóru gestirnir, sum høvdu meiri at spæla fyri. Fuglfirðingar vildu so fegnir við sannførandi avriki staðfesta silvurmerkini, men tað riggaði ikki.
Clayton Soares var skaddur, og í hansara stað var Bartal Eliasen fremsti maður. Tíðliga í 2. hálvleiki javnaði hann til 1-1 við góðum stútara, men kortin sást tað, at hetta var ikki optimala uppstillingin, hvørki í verjupartinum ella álopsspælinum.
Marginalirnir vóru ikki við, tá ið ÍF fyrstu løtuna eftir steðgin spruttaði og javnaði. Tórður Thomsen í B36 málinum slapp merkiliga væl, tá ið hann uttanvert brotsteigin vardi við hondini, eftir at Øssur Dalbúð hevði lyft bóltin upp um hann, og í hinum endanum var tað smeitur, at Jákup Mikkelsen noyddist skaddur úr ÍF málinum.
B36 spældi í løtum við ferð, hugflogi og broddi. Fyrsta hvøkkin góvu gestirnir heimamonnunum, tá ið Lukasz Cieslewicz eftir fimm minuttir varð feldur í brotsteiginum, men Jákup á Borg sendi úr ellivu metrum og í stólpan.
Átta minuttir undan steðginum fór Evrard Blé um koll, og tá var Lukasz Cieslewicz tryggur úr ellivu metrum. Innanfyri tríggjar minuttir miðskeiðis í 2. hálvleiki og eftir hugflogsríkt uppspæl tryggjaðu Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz B36 sigurin og harvið bronsukrónurnar.
Mistu á stokkinum
NSÍ spælararnir fóru av vøllinum við Løkin við røttum ryggi, eftir at HB hevði fingið gull um hálsin og FM steypið.
Fyri NSÍ var tað sjálvandi vónbrot, at trivaligi sigurin á meistarunum ikki rakk til heiðurskrónur og europeiskan fótbólt.
– At vit taptu lyklauppgerðina í Fuglafirði í næstsíðsta umfari kostaði heiðursmerkini og rættin at spæla altjóða fótbólt, staðfesti NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen stutt eftir dystarlok.
Við tveimum málum ímóti alt annað enn sannførandi HB verjuni var hann ein av høvuðsmonnunum aftanfyri 4-2 sigurin, og málini bóru við sær, at Klæmint endaði sum toppskjútti.
Góður endabrestur
Fyri fyrstu ferð síðani í 2005 eydnaðist tað ikki EB/Streymi at vera millum tvey tey ovastu. Eftir tvey vónbrot á heimavølli, sum vóru orsøk til, at heiðursmerkini ikki hesa ferð funnu vegin norður til Margáir – 0-2 ímóti Víkingi og 1-2 ímóti B36 – var tað stílur yvir tí, tá ið AB á heimavølli varð sett upp á pláss.
Í farvæl dystinum hevði AB venjarin Sámal Erik Hentze givið fleiri av ungu monnunum, sum fyrr í ár ikki hava spælt so nógv, møguleikan.
Hjá EB/Streymi vóru tað veteranarnir og lyklaspælararnir Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen og ikki minst miðverjin Marni Djurhuus og málverjin René Tórgarð, sum vóru eyðsýndir. At tað framvegis var málleyst, tá ið tað restaðu fimm minuttir av fyrra umfarinum var fyrst og fremst EB/Streyma málverjanum fyri at takka. Tá hevði hann víst tvær meistarligar bjargingar.
Síðstu lítlu løtuna undan steðginum varð alt avgjørt, tá ið Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen við fínum skoti skoraðu. Lítla løtu undan leikloki staðfesti Arnbjørn Hansen 3-0 sigurin. Hann hevur verið nógv skaðaplágaður í ár, men leyardagin vísti Arnbjørn, at máltevinum bilar einki.
Sigurin bar við sær, at EB/Streymur endaði á fimta plássi, og at tað harvið aftur næsta ár vera fjúrtan landskappingardystir við Margáir.
Vónbrotini
Við Stórá í Trongisvági hevði Víkingur fimta plássið og harvið eyka heimadyst at spæla fyri. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði miðvallarin Jann Ingi Petersen, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, javnaði TB til 1-1, og harvið misti Víkingur fimta plássið. Talan var um sjálvmál, eftir at TB hevði lagt innfyri úr vinstru.
Superveteranurin Óli Johannesen var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá TB. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Óli var í álopinum, og sambært TB heimasíðuna er tað ikki so lítið sannlíkt, at hetta var síðsta ferðin, at metmaðurin á landsliðnum var at síggja á besta TB liðnum, men nú fæst at síggja.
Tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin, varð 24 ára gamli Carl Mikkjal Bech fyri fyrstu ferð skiftur inn á besta TB liðið, sum næsta kappingarár eigur setningin at spæla seg upp aftur úr næstbestu deildini.
Endiliga bragdaði
Kappingarárið hevur verið vónbrot í Klaksvík og í Vágum. Har vesturi kostaði vónbrotið sessin í bestu deildini. Í Klaksvík eydnaðist tað at sleppa undan niðurflytingini, ið inntil fyri stuttum lá sum hóttan yvir sigursvanda felagnum. Úrslitið hesa ferð kann vera ábending um, at tey har norðuri kunnu vóna, at tað næsta kappingarár fer at roynast betri, enn tað gjørdi hetta katastrofuárið.
Á heimavølli hava KÍ úrslitini verið óvanliga soltin, men ikki ímóti 07Vestur. 28. apríl var úrslitið 5-2, og leygardagin endaði tað 7-1. Páll A. Klettskarð skoraði hattrikk, og Páll hevði møguleikar at skora uppaftur fleiri mál. At tað ikki eydnaðist bar við sær, at tað restaði Pálli eitt mál í at røkka heilt upp á máltindin.
Hjalgrím Elttør misti í summar landsliðssessin. Hvørki hann ella Atli Danielsen eru millum teir 28, sum landsliðsvenjarin vil hava at luttaka í vetrarvenjingini. Leygardagin vóru hesir báðir saman við superveteraninum Heðini á Lakjuni rættuliga í hopla. Hann taldist ikki millum málskjúttarnar, men Hjalgrím legði upp til trý tey fyrstu málini, og Heðin legði upp til trý tey sístu.
KÍ er einasta liðið, sum í ár skoraði sjey mál í einum og sama dysti. Tvær aðrar ferðir hevur talan verið um seks mála sigrar. EB/Streymur vann 28. apríl 6-0 á heimavølli ímóti AB, og 29. september var tað eisini 07Vestur, sum legði rygg til stórtap. Ta ferðina vann HB 6-0 í Gundadali.