B36 hevur í kvøld við 1-0 sigri á heimavølli ímóti 07 Vestur lyft seg upp aftur á oddasessin, sum Víkingur í gjárkvøldið lænti frá árstalsfelagnum.
07 Vestur vísti fínan hugburð, og hóast vágamenn tað mesta av árinum hava ligið niðarlaga á talvuni, so var tað í stórum løtum millum lítil og eingin munur á teimum og topplið´num.
Sigursmálið varð skorað tíggju minuttir undan dystarenda. Málskjútti var toppskjúttin Lukasz Cieslewicz.
Sigurin ber við sær, at B36 hevur 34 stig, og Víkingur hevur 32 stig.
Jákup á Borg fegnaðist um kærkomna sigurin, sum hann ásannaði at tað var neyðugt at arbeiða nógv og hart fyri:
- Vágamenn vóru sera væl við í 1. hálvleiki, tá ið teir arbeiddu sera nógv. At teir høvdu lagt so nógva orku í bar ivaleyst við sær, at teir ikki megnaðu heilt so nógv í 2. hálvleiki, og tað gagnnýttu vit. At hópurin nú er breiðari, enn hann var undan summarsteðginum kom væl við, staðfesti Jákup á Borg, sum var liðformaður hjá B36, eftir at Klæmint Matras var farin av vøllinum.
B36-07 Vestur 1-0 (0-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 80.
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen Heini í Skorini (Mahmud Suleiman, 77.), Klæmint Matras (Atli Danielsen, 74.), Róald Jacobsen (Ingi Højsted, 89.), Súni Olsen Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
07 Vestur: Kristian Joensen Torstein Heinason, Kingsley Amunike, Tehé Aristidé, Rógvi F. Nielsen - Badara Diedhiou (Jóhan Petur á Stongum, 74.), Joseph Bassene, Jovan Panic, Holgar Durhuus (Hans Arni Ellefsen, 81.) - Clayton Soares, Dánial Rói Olsen (Jens Erik Rasmussen, 85.)
Liðugt
1-0
90 min.
1-0
4 minuttir eru lagdir aftrat. Ingi Højsted er komin inn á B36 miðvøllin.
80 min.
1-0: Lukasz Cieslewicz
Eftir at B36 í eina løtu hevur sett 07 Vestur undir trýst, eydnaðist tað at fáa hol á. Málskjútti var toppskorarin Lukasz Cieslewicz. B36 hevur framt tvær útskiftingar. Á vøllin eru komnir Atli Danielsen og Mahmud Suleiman, sum áður hevur spælt við Brøndby, har tað sigst, at hann ikki var so langt frá besta truppinum.
65 min.
0-0
Framvegis málleyst í Gundadali. Síðani steðgin hevur B36 verið nógv betri við, enn heimaliðið var í 1. hálvleiki. B36 hevur verið nærgangandi í fleiri førum, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen.
45 min.
0-0
Nú teir eru farnir at hvíla seg, er tað framvegis 0-0.
07 Vestur hevur alla tíðina verið rættuliga væl við. Ikki minst nýggi álopsspælarin Dánial Rói Olsen, sum áður hevur spælt í AB, hevur verið eyðsýndur.
Heimaliðið hevur ikki verið so sannførandi, sum tað kanska kundi roknast við.
30 min.
0-0
B36-07 Vestur
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen Heini í Skorini, Klæmint Matras, Róald Jacobsen, Súni Olsen Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
07 Vestur: Kristian Joensen Torstein Heinason, Kingsley Amunike, Tehé Aristidé, Rógvi F. Nielsen - Badara, Joseph Bassene, Jovan Panic, Holgar Durhuus - Clayton Soares, Dánial Rói Olsen
Fyrsta bríkslið í Gundadali, har B36 hevur vitjan av 07 Vestur var klokkan 18. Talan er um landskappingardyst. Setningurin hjá heimaliðnum er at fáa fatur á aftur oddasessinum, sum Víkingur tók í gjárkvøldið. Setningurin hjá vágamonnum er at flyta seg longri burtur frá niðurflytringarstrikuni.
Veðrið er fínt í Gundadali, og eftir fyrsta hálva tíman er støðan framvegis málleysur javnleikur. 07 Vestur legði bragdliga fyri men so hevur B36 fótað sær.