Allar níggju grannauppgerðirnar millum AB, HB og B36 í effodeildini eru avgreiddar. Verandi meistarar, B36 hava avgjørt havt eitt slakari kappingarár, men tað hevur roynst væl hjá B36 í grannauppgerðunum ímóti AB og HB, har B36 hevur tryggjað sær 14 stig av 18 møguligum stigum við fýra sigrum og tveimum javnleikum í teimum seks grannauppgerðunum ímóti AB og B36.
Tó er vert at leggja merkið til, at tað hevur ongantíð verið meir enn tað eina málið á muni í teimum níggju grannauppgerðunum í høvuðsstaðarøkinum. Seks dystir eru endaðir við einum eittmálssigri og tríggir dystir eru endaðir við javnleiki.
Úrslitini í grannauppgerðunum í høvuðsstaðnum hetta kappingarárið :
B36-AB 2-1 (3. apríl)
HB-AB 0-0 (17. apríl)
B36-HB 3-2 (28. apríl)
AB-B36 2-3 (12. mai)
HB-B36 0-0 (12. juni)
AB-HB 0-1 (19. juni)
B36-AB 2-1 (7. august)
B36-HB 2-2 (18. september)
HB-AB 1-2 (25. september)
Støðan fyri innanhýsis dystirnar hjá høvuðstaðarliðunum í effodeildini :
1. B36 6 12-8 14 stig
2. HB 6 6-7 6 stig
3. AB 6 6-9 4 stig