B36 fekk gullið og FS Vágar fer niður

1. lið hjá B36 fekk í dag gullmerkini um hálsin, og liðið hevur tískil vunnið greipuna

 

Hóast ringa veðrið var nakað av fólki komið úr høvuðsstaðnum og suður. VB vann seinasta dystin 2-1, men vóru ov stuttir at røkka bronsuni. FS Vágar skal næsta ár spæla í 2. deild, eftir at vágamenn taptu 8-2 móti HB


VB vann ein uppibornan sigur á føroyameistarunum úr B36 í dag. Endaliga úrslitið varð 2-1 til vágbingar.

Tað var Robert Cieslewicz, sum legði heimaliðið framum, tá bert sjey minuttir vórðu leiktir. Birgir Jørgensen lyfti bóltin innum verjuna, og har var Robert fyrstur á bóltinum og sendi framvið Tróndi til 1-0.

Henda støða helt sær langt inn í seinna hálvleik, tá B36 javnaði. John Petersen breyt ígjøgnum VB verjuna, og varð feldur inni í brotsteiginum. John setti sjálvur brotssparkið í netið og so stóð á jøvnum.

VB var sum heild vandamiklari ígjøgnum dystin, og heimaliðið fekk eisini vinnandi málið móti endanum. Tað skeyt toppskjúttin hjá VB Birgir Jørgensen, tá hann beindi eitt innlegg úr høgru í netið.

B36 tapti sostatt seinasta dystin, og sigursrøðin á trettan dystir kom at enda. VB rakk tó ikki triðja plássinum, sum teir høvdu sett nøsina upp eftir. B68 javnaði í síðstu løtu í Klaksvík og fór avstað við bronsuni annað árið á rað.


FS Vágar niður

FS Vágar flytur niður í 2. deild. Felagsliðið tapti heili 8-2 í Havn móti HB í seinasta dystinum. B71 skal spæla uppflytingardyst móti Skála fyri at varðveita sætið í 1. deild.

GÍ fekk silvur og vann 3-0 móti B71 í dag. B68 fekk bronsu og spælir Inter Toto í næsta ár. Toftamenn fingu javnleik 2-2 í Klaksvík, har KÍ førdi til síðsta minutt. Vágbingar vóru ov stuttir til triðja plássið og endaðu sum nummar fýra.

B36 hevur í ár gjørt eitt ordans hál, og tey flestu munnu vera samd um, at havnarliðið hevur FM-heitið uppiborið, hóast hepni eisini var við teimum svørtu og hvítu.