Steypavinnararnir í B36 eru á veg til Runavíkar, har teir klokkan 15 skulu spæla ímóti NSÍ.
Setningurin hjá Jákupi á Borg og hansara monnum er at vísa, at teir í árstalsfelagnum hava fótað sær, eftir at teir hava verið flúgvandi, síðani dramatisku steypafinaluna fyri einari viku síðani.
-Vit fegnast um finalusigurin og atgongumerkið til europeiskan fótbólt. Nú er tað aftur gerandisdagur, og vit fara hvørja ferð á vøllin fyri at vinna fulla úrtøku, men fyritreytirnar eru øðrvísi í dag, enn tær vóru í finaluni, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Tríggir og kanska fýra spælarar, sum vóru við í dramatisku finaluni, eru ikki tøkir í dag: Benjamin Heinesen og Robert Heðin Brockie eru leikbannaðir, Róaldur Jakobsen er skaddur, og tað er ivasamt, um Bjarni Petersen verður førur fyri at spæla. Haraftrat eru Lukasz Cieslewicz og Jónas þór Næs skaddir.
Tað ber við sær, at fleiri av ungu monnunum, sum hava snoddað til besta liðið fyrr í ár, fáa møguleikan ídag.
Í NSÍ er lagið sera gott. Frá og við síðani á ólavsøku er úrtøkan í fimm dystum fimtan stig við málmuninum 12-0. Allir spælararnir eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini.
-Um vit halda fram við støðugt at vera savnaðir um avbjóðingina á vøllinum, so hava vit møguleika at vinna á øllum. Skal tað eydnast, so krevur tað, at vit arbeiða hart og miðvíst, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.