Klæmint Matras, sum brádliga gavst at spæla á besta liðnum hjá B36 í 2012, hevur meldað ankomst til venjing í kvøld. Klæmint váttar fyri in.fo, at hann tekur fótbóltsskógvarnar fram aftur.
Fyribils er ongin sáttmáli millum partarnar, men tað tykist sum smálutir í løtuni. B36 hevur fyrr í vetrarsteðginum vent sær til Klæmint, fyri at fáa hann at koma at spæla aftur.
Sámal Erik Hentze, nýggjur venjari hjá B36, hevur sagt, at felagið leitar eftir einum verjukendum miðvallara. Tað er júst leikluturin hjá fyrrverandi liðskiparanum í felagnum.
Klæmint Matras er 32 ára gamal og hevur bara spælt við B36. Samanlagt er tað blivið til 256 dystir og 19 mál í bestu deildini, sambært faroesoccer.com. Samanlagt hevur hann spælt væl yvir 300 dystir fyri B36.